Politikkur

Farsóttarmálsøkið yvirtikið á 1 ára degnum hjá Fólkaheilsustýrinum

Eitt ár er liðið, síðan Fólkaheilsustýrið varð sett á stovn tann 1. januar 2023, og á 1’ára degnum fyri stovnanina, varð farsóttarmálsøkið formliga yvirtikið og flutt á føroyskar hendur. Í hesum sambandi skipaði Fólkaheilsustýrið fyri móttøku í gjár.

2024-01-04 17:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fólkaheilsustýrið, sum er okkara føroyski heilsumyndugleiki, hevur fingið ábyrgdina av at umsita farsóttarøkið. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt.

“At styrkja Fólkaheilsustýrið er ein av raðfestingunum hjá mær í 2024. Endamálið við raðfestingini er at fremja fyribyrging og fólkaheilsu og at tryggja yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum.” Millum annað soleiðis segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í røðu sínari til móttøkuna.

Øll røðan kann lesast her.

Um Fólkaheilsustýrið

Fólkaheilsustýrið er skipað sum ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum eru fjølttáttaðar, og fevna m.a. um at ráðgeva politiska myndugleikanum, fólkaheilsuarbeiði, kunning, gera vegleiðingar og leiðbeiningar, hagtøl og greiningar.

Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsustýrinum www.folkaheilsustyrid.fo er nærri kunning um virkisøkið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder