Vinna

Faroexpo, ein málrættað strategisk vinnustevna

24.-26. mai, verður Faroexpo aftur karmur um strategiskar vinnufundir í Bylgjuni í Runavík.

2023-05-02 19:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er fimtanda ferðin, at skipað verður fyri Faroexpo í Runavík. Eyðkennið við Faroexpo er tað serstaka partenariatið, ið er ein málrættaður háttur hjá fyritøkum at samskifta við verandi og komandi samstarvsfelagar og kundar. Faroexpo er einasta av sínum slagi í Føroyum, eitt lukkað forum fyri fyritøkur, við sølu- og samstarvsfundum sum fokus.

Startskotið til vinnustevnuna er mikudagin, tann 24. mai, hjá Navigare Shipping.

  • 24. mai: 19-21

  • 25. mai: 9.30-17

  • 26. mai: 9.30-13

  • 26. mai 13-17

Móttøka hjá Navigare Shipping í Søldarfirði
Partenariat
Partenariat
Ráðstevna um viðkomandi evni fyri føroysku vinnuna sum heild.

Fleiri enn 60 føroyskar og útlendskar fyritøkur og stovnar úr fjølbroyttum vinnugreinum hava longu boðað frá luttøku.

Útlendsk feløg keypa føroyskt.

Í ár hava fyriskipararnir lagt serligan dent á, at fáa útlendskar keyparar til Faroexpo, og føroysku feløgini kunnu tí gleða seg til at hitta fleiri av stóru útlendsku maritimu feløgunum, sum serliga koma til Faroexpo fyri at síggja, hvat føroyska vinnan kann bjóða. Hetta er eitt framstig, sum fyriskipararnir tí gleða seg til at síggja úrslitið av.

John E. Olsen, frá El-Service lýsir sínar royndir við Faroexpo soleiðis :

“Partenariat er ein annar háttur at møta og tosa við fyritøkur. Hesin hátturin er sera effektivur.. Til Faroexpo koma bert áhugaðir luttakarar. Áðrenn partenariatið byrjar, senda vit ynskir inn, um at hitta ávísar fyritøkur og aðrar fyritøkur kunnu á sama hátt hava ynskir um at tosa við okkum. Hetta ger, at vit kunnu fyrireika okkum nógv betur til einstøku fundirnar, enn tá ið talan er um eina vanliga framsýning. Fundirnir við fyritøkurnar verða tí nógv effektivari.

Tað hendur nógv á marknaðum, og brúka vit tí Faroexpo til at greiða fyritøkum frá broytingunum, og hvat nýtt er komið á marknaðin. Eisini fáa vit upplýsingar frá fyritøkum, um teirra tørv og framtíðarætlanir. Hettar hevur viðført, at vit eftir Faroexpo, hava havt uppfylgjandi fundir við ávísar fyritøkur, har vit arbeiða víðari við ætlanum, sum eru umrøddar á Faroexpo”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder