Nýggju bygningarnir verða tilsamans 5.100m2 til støddar afturat verandi 1.500m2 í Gráa Pakkhúsi.
Bygningarnir verða eftir ætlan lidnir á heysti 2023.
Nýggju bygningarnir verða knýttur at verandi Gráa Pakkhúsi og koma í staðin fyri tað, sum í dag verður kallað Svarta Pakkhús. Svarta Pakkhús verður tikið niður í sambandi við umskipanina av økinum á Eystaru Bryggju.
Umskipanin av økinum á Eystaru Bryggju hevur eisini við sær, at Faroe Ship hevur ætlanir um at byggja nýggja høvuðsskrivsstovu í sama øki sum nýggju bygningarnir. Samráðingar eru við MTV-Byggivirkið um hesa verkætlanina.
Mortan Vang, stjóri á MTV-Byggivirkið, og Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, skrivaðu undir sáttmálan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald