
Nú tað stundar til Faroe Pride 2025, sum verður 27. juli, seta vit hol á Faroe Pride vikuna. Vit hava heilar átta dagar við spennandi tiltøkum, og vit hava sett saman eina sera áhugaverda og fjølbroytta skrá, har tey flestu av tiltøkunum eru ókeypis.
Faroe Pride vika 2025
Sunnudagin 20. juli kl.14.00
Saunagos fyri LGBT+'arar. Kostnaður er 50 kr., og tilmelding er neyðug á [email protected]
Mánadagin 21. juli kl. 19.00
Sofaprát í Blábar. Í samband við at tað í ár eru liðin 20 ár síðani fyrstu Pride skrúðgonguna í Føroyum, fara vit at líta aftur á hesi 20 árini og umrøða tær broytingar, sum hava verið. Eisini verður eitt sera áhugavert sofaprát um tvørkynd og løgfrøðiligt kynsskifti.
Týsdagin 22. juli kl. 20.00
Vit mála Føroya fyrsta ælabogaveg í Gundadali. Vit møtast uttanfyri Gundadalshøllina kl.20.00.
Mikudagin 23. juli kl. 19.00
Føroysk frumsýning av nýggja heimildarfilminum hjá Mariu Winther Olsen "Vælkomin Heim" í Perluni í Havn. Aftaná filmin fer Hermann Eliassen at práta við Mariu Winther Olsen, Onnu Sofíu Holm Skoradal og Álv av Kák um filmin.
Hósdagin 24. juli kl. 19.00
Norðurlandahúsið sýnir danska filmin Sauna. Atgongumerki á 50 kr kunnu keypast á nlh.fo
Fríggjadagin 25. juli kl. 15.00
Útgávutiltak við nýggju barnabókunum, "Tíðliga um morgunin" og "Seint um kvøldið". Føroyska heimsstjørnan Sissal fer at lesa bøkurnar fyri okkum, og høvið verður eisini at ogna sær bøkurnar. Eisini kunnu børnini tekna ælabogar, sum fara at prýða um á Faroe Pride.
Leygardagin 26. juli kl.20.00
Pre-Pride Party í Sirkus. Á skránni verður tónleikur, Drag Bingo og DJ sett. Tað eru LGBT+ Føroyar og Sirkus, sum skipa fyri.
Sunnudagin 27. juli kl.15.00
Faroe Pride skrúðgongan 2025. Tiltakið byrjar við upphiting í Gundadali kl.15. Kl. 16 fer skrúðgongan avstað og komin oman á Vaglið, verður stór konsert við fleiri fantastiskum tónleikarum.
Aftaná Faroe Pride skipa Blábar, Sirkus og Hvonn fyri afterparty.
Til ber at lesa meira um øll tiltøkini á Facebook og Instagram hjá LGBT+ Føroyum ella við at trýsta á leinkið: https://www.facebook.com/share/16Zk3neWK1/
Vælkomin á Faroe Pride viku og á Faroe Pride 2025!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald