Vinna

Faroe Islands Open í dart

Sunnudagin vóru seinastu pílarnir kastaðir í altjóða kappingunum, sum hava verið á Glasi um vikuskiftið. Hesaferð var talan um kappingina Faroe Islands Open.

2023-04-04 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hjá monnum vóru 69 luttakarar, sum umframt Føroyar komu úr 7 ymiskum londum. Hjá kvinnum vóru 19 luttakarar, 7 úr føroyum og restin úr hinum norðurlondunum. 

Kvinnur

4 av føroysku kvinnunum komu víðari úr bólkaspælinum, men tað var bara Beinta Joensen, sum fann tað góða spælið fram í cup-dystunum. Longu í fyrsta cup-dystinum møtti Beinta Maud Jansson, sum vann kappingina leygardagin. Men hesaferð gjørdi Beinta veruliga um seg. Eftir fyrstu fýra settini var støðan 2-2 og Beinta hevði higartil nokk spælt sín lívs dyst við fleiri køstum yvir 100 og góðum lukkingum. So mikið stórur spenningur var nú, at flestu av hinum svensku leikarunum komu yvir at hyggja og stuðla sínum topp-spælara, sum veruliga var undir trýsti. Beinta byrjaði eisini væl í 5. setti, men so var líkasum at gassið fór úr ballónini hjá Beintu, og nú var tað Maud, sum hevði góðu niðurspølini og lukkingarnar, so Beinta ongantíð fekk møguleikan at lukka seinastu settini og tapti sostatt 4-2, hóast sensatiónin lúrdi eina løtu. Maud Jansson kom allan vegin í finaluna, men tapti har greitt móti Annu Forsmark, sum eisini vann Faroe Islands Open í 2022.

Menn

Hjá monnum byrjaði dagurin væl, sæð við føroyskum brillum, tí føroyskir leikarar endaðu fremstir í 7 av teimum 16 bólkunum. Hetta gav vónir um, at føroyskir leikarar eisini megnaðu at koma langt í kappingini. Serliga Marjus Hansen gjørdi um seg í bólkaspælinu. Hann var í bólki við trimum sterkum útlendskum leikarum, men megnaði at vinna allar dystirnar. Nógvir føroyingar komu eisini víðari frá fyrsta cup-umfarinum, men hetta var í allarflestu førum, av tí at tveir føroyingar møttust. Tá komið var til áttandaparts-finalunar vóru 5 føroyskir leikarar eftir. Her var tað tó einans Bogi Isaksen og Marjus Hansen, sum megnaðu at vinna og komu sostatt víðari til fjórðingsfinalurnar. Jóanes Árting tapti móti Boga Isaksen, Jóan Jakku Joensen tapti 2-4, hóast hann var á odda 2-1 og Jan McIntosh tapti 0-4. Jan hevði eitt miðaltal uppá næstan 84, men mótstøðumaðurin Edwin Thorbjørnsson var uppaftur betri, og endaði dystin við 97 í miðal, eisini var tað hægsta í kappingini.

Nú var spenningur, um Bogi ella Marjus eisini megnaðu at koma í hálvfinaluna, eftirsum hetta ikki eydnaðist nøkrum føroyskum leikara leygardagin. Marjus rendi seg í Edwin Thorbjørnsson, sum nú ikki spældi líka væl. Marjus hevði møguleika at lukka tvey av settunum, men tók ikki av og tapti 0-4. Bogi møtti Bjørn Lejon, sum hevði vunnið kappingina dagin fyri. Bogi hevði møguleikar at lukka tvey tey fyrstu settini, men tók ikki av, og so vann Bjørn Lejon 4-0.

Edwin Thorbjørnsson helt annars fram við sannførandi spæli í hálvfinaluni og finaluni og vann kappingina uttan at tapa eitt einasta sett í cup-dystunum.


Úrslit Faroe Islands Open einmansleikur kvinnur

  1. Anna Forsmark, Svøríki
  2. Maud Jansson, Svøríki
  3. Brynja H. Jónsdóttir, Ísland
  4. Anja Springborg Larsen, Danmark

Hægst útgang: Maud Jansson, Svøríki 118

Fæst pílar: Maud Jansson, Svøríki 14


Úrslit Faroe Islands Open einmansleikur menn

  1. Edwin Thorbjørnsson, Svøríki
  2. John Scott, Ongland
  3. Bjørn Lejon, Svøríki
  4. Niels-Jørgen Hansen, Danmark

Hægst útgang: Brian Løkken, Danmark & John Scott, Ongland 170

Fæst pílar: Tony Hübner, Týskland & John Scott, Ongland 12

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder