2024-06-09 18:57
Í útvið fýra vikur hevur verkfall verið, og tí eru nógvar tómar hillar í handlunum runt um í landinum.
Skjótasti mátin at fáa farm til Føroyar er við flogfarið. Vit hava verið í sambandi við stjóran í FarCargo, og væntar hann at teir longu flúgva heim í morgin við fyrsta farminum.
Fyrsti túrurin hjá FarCargo er leigutúrur. Øll hava møguleika at bóka vørur inn á næsta túrin. Hetta verður gjørt ígjøgnum føroysku farmafeløgini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald