
Søkt verður eftir skrivstovufólki at føra bókhald og røkja umsitingina hjá Sørvágs kommunu.
Farloyvisstarvið er sett til 39 tímar um vikuna í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til og við 31. oktobur 2022.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
Bókhald
Fakturering
Samskifti við borgarar
Aðrar skrivstovuuppgávur
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin
hevur skrivstovuútbúgving við kunnleika til bókhald
er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
kann arbeiða sjálvstøðugt
Setanar- og lønartreytir
Farloyvisstarvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Umsókn
Umsókn skal sendast til [email protected] ella sum bræv til
Sørvágs kommunu Varðagøta 8
380 SørvágurUmsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. februar 2022.
Um tú ynskir nærri kunning um farloyvisstarvið kanst tú ringja til kommunuskrivstovuna á tel.363200 ella til Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra á tel. 233200.
Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald