Mentan

FarGen tørv á 167 luttakarum afturat við diabetes 

.

2025-02-11 14:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Luttakaratalið til FarGen er komið upp á 3.333, og endaspurturin við at útvega luttakarar er  settur í gongd. Einans 167 pláss eru eftir í stóru verkætlanini. Opna tilmeldingin er nú latin  aftur og farið verður miðvíst eftir føroyingum, sum hava typu 2-diabetes.  

Málið er, at øll tey írestandi plássini fara til fólk við typu 2-diabetes. Diabetes er nevniliga ein av  fýra sjúkubólkum, sum FarGen leggur serligan dent á at granska í, og enn er eitt sindur eftir á mál  at fáa 350 luttakarar við diabetes. Endamálið er at fáa eina betri fatan av sjúkuni, at leita eftir  møguligum mynstrum í dátunum og at geva eitt íkast til betri viðgerðarmøguleikar í framtíðini við  eitt nú persónlagaðum medisini. 

Kanningarnar til FarGen fevna um eina blóðroynd, nøkur kropslig mát, máting av blóðtrýsti, eygna og lungnavirkni. Luttakarar fáa afturboðan um kropsligu mátini, biokemisku kanningarnar so sum  vitaminir, kolesterol, blóðsukur o.a. Eingin afturboðan fæst um ílegurnar, sum einans verða brúktar  í granskingarhøpi. 

Fólk, ið hava hug til at geva sítt íkast, kunnu bíleggja sær tíð til kanning á www.fargen.fo. Heilsustýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder