
Articon fór herfyri undir at gera arbeiðsvegin, og tað arbeiðið er longu komið væl áleiðis. Smali vegurin út á Glyvursnes, sum nærmast lá oman í túnini hjá fólki, verður nú fluttur nakað væl niðanfrá.
Í dag varð so sáttmálin um sjálva byggibúningina undirskrivaður. Sáttmálin við MT Højgaard, sum átti lægsta tilboðið, umfatar planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við útstykkingina á Argjahamri.
Alt arbeiðið skal verða avhandað í juli í 2024, men byggistigini verða avhandað ávegis. Útstykkingin kemur at umfata bæði raðhús, sethús og íbúðir, og mett verður, at talan verður um einar 180 búeindir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald