2023-09-20 14:28
ARCTICON: Í mai varð farið at skjóta villingardalsmegin. Komið er 750 metrar við at bora inn í tunnilin. Tunnilin er tilsaman 1.700 metrar.
Avgrevsturin oman fyri Marknagil byrjaði í august. Grivið er fyri íbindingarvegnum niðan á Oyggjarvegin og fyri tunnilsmunnanum sjálvum. Borurin er eisini settur í til fyrsta skot, sum ætlandi verður latið av í hesi vikuni.
Vignast væl, verður liðugt at spreingja tunnilin um mánaðarskiftið januar-februar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald