Kaj Leo Holm Johannesen er føroyskur samstarvsráðharri í norðurlandamálum og hevur m.a. til uppgávu, at samskipa norðurlendska samstarvið, bæði innanhýsis í Føroyum og millum hini norðurlondini.
Tað, sum serliga hevur føroyskan áhuga er, at fáa fullgildigan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlanda Ráðharraráðnum. Eitt samt Løgting stendur aftanfyri hesum ynski og hevur tað verið arbeitt nógv og miðvíst við hesum í nógv ár.
Tað, sum vanliga verður ført fram er, at Helsingforsavtalan, ið er formligi karmurin um norðurlendska samstarvið, ikki heimilar Føroyum at gerast fullgildigur limur í Norðurlandaráðnum og Norðurlanda Ráðharraráðnum.
Í ár bar Bertel Haarder, norðurlandaráðslimur, fram ynski um at broyta Helsingforsavtaluna, m.a. tí at avtalan er grundað á, at tað skulu verða einmæltar samtyktir (“konsensusprinsippið”), tá meginregluligar avgerðir skulu takast. Á henda hátt kann eitt einstakt land forða fyri broytingum og tí kann vandi verða fyri, at tann sum vil minst avgerð mest.
Eitt annað sjónarmið, sum varð ført fram frá sama norðurlandaráðslimi var, at Helsingforsavtalan átti at verið broytt, so Føroyar kunnu taka lut á javnbjóðis føti við hini norðurlondini á økjum, sum Føroyar hava yvirtikið. Íslendski forsætisráðharrin tók undir við hesum og segði, at hon stuðlaði hesum til fulnar.
Í røðu síni segði Kaj Leo Holm Johannesen m.a. at “Tað er bert Føroyar, sum kunnu taka ábyrgd og umboða seg í málum, sum vit sjálvi hava yvirtikið. Tað er ikki ábyrgdarfult, at lata onnur umboða okkum, tí tey hava ikki innlit í okkara viðurskifti.” og víðari segði Kaj Leo eisini: “At vit vilja ikki bert vera við, har vit sleppa, men vit vilja vera við fult og heilt.”
Kaj Leo Holm Johannesen,
norðurlendskur samstarvsráðharri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald