2022-08-21 22:48
Dávur Winther skrivar:
Tó at veðrið ikki var av tí besta fyrrapartin í gjár, so møttu fólk væl upp og vildu vera við til leik og spæl og hópin av ókeypis fyrsta floks mati.
Ein dani stóð so beskeðin og hugdi við longum eygum at einum eyggjandi supputallerki hjá Christian Martin. So tekur hann mót til sín og spyr: “Hvad koster sådan en”? Ingenting! Var svarið. Enn meira yvirraskaður og fegin smoygdi fremmandi gesturin sær afturum vegg og fekk sær suppuna – takksamur og skilti einki, at slíkt kundi lata seg gera.
Eini 5.000 portiónir fóru um disin av suppu, kaffi og desert.
Hanus stóð aftur í ár í fremstu røð og rætti fyrsta floks Fish & Chips um diskin, samstundis sum hann var abbi, pápi, stjóri, reiðari – og Hanus. Hópin av fólki hjálpti til eisini.
Um 8.000 portiónir, sum eisini rukku til ellisheimini, fóru um diskin.
Cavin Lewis, kundi tíverri ikki koma til Klaksvíkar í ár. Bróðurin, Craig Lewis, sum býr og arbeiðir í London var við fyri 6. ferð. Í staðin fyri Cavin kom nýggjur kokkur við til Klaksvíkar, Charlie Collins. Hesin vann í 2020 Drywite Young Fish Frier of the Year.
Nógv spennandi var á skrá við kappingum av ymsum slag og lagið var gott á fólki.
Fólk høvdu latið seg væl í við regnklæðum, tí tað regnaði nakað fyrrapartin.
Eisini Dennis Hansen hevði funnið fram aftur sydvestin, hann keypti fyri nógvum árum síðani á Sjóklædnavirkinum, einaferð hann fór til skips við Skorðaberg.
Um tú bert tekur nøkur navnorð úr skránni, so fært tú eina hóming av vavinum handan tiltakið: Føroysku træseglskipini, motorbátar, Merkið, strong, morgunmatarborð, borgarstjóri, landsstýrismaður, fiskikongur/drotning, Skipalista-kvissur, Skipalistin, Norðoya Fornminnasavn, listaframsýningar, Havstovuna, Spinnaríið, Klaksvíkar Ullvirki, J. F. Kjølbro, Spinnaríið hjá Monu Olsen, rógving, sjórænaraskip, Kaptein Gardar & Stampi, speedbátar, luftpútur, wella selfie, Kópakonan, Erla Kongsdóttir, kumpass, vind, seglføringin, fiskireiðskapur, ongul, stein, fiskisnøri, teinur, blýggjlodd, súla, vaðbein, lúnning, lippukassi, skúlaskip, Fish & Chips, Hanus, JFK, Gadus, Sjúrðabergi, Føroya átiligasta fiskaborð, Føroya Bjór, Bakkafrost, Christian í Grótinum, makrel, rabarbu desert, Amarant, Brimlil, Vædderen, LookNorth, Roykivirkið, sjómansvísur, MBM, Bláikrossur, Norðoya Bjargingarfelag, popkorn, íspinnar, Silvi, fiskidammur, tyrla, Ziska, Atlantic Airways, INN, gávukekk, agnskering, Kjølur, køkubaking, dregg, Damfar, kreativitetur, BÓNUS, FK, Fuglafjarðar Harmonikufelag, Kjølur, svimjikapping, heiðursmerki, skattajagt ÆGIR, 65” sjónvarp frá Elding, QR-lykil, læknastríðið, iPhone 13 128 GB RED, Fiskivinnuting, trolbøting, togtogan, Nilfisk, KBI, contrybólkur og so er alt .....ÓKEYPIS! Alt arbeiðið ólønt.
Fantastiskt
Takk fyri!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald