Mentan

Faktortrøðin prýdd við ljóspelum

Nú dagarnir gerast alsamt stytri og myrkari, er gott við hugnaligum, ljósum økjum í býarmyndini.

2023-10-27 22:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Trøðin omanfyri faktorhúsini hjá T.F. Thomsen, ið Tvøroyrar kommuna eigur í dag, er vorðin ein sonn fragd fyri eygað.
Í vár, summar og út á heystið í ár, er sera nógv gjørt á økinum. Dugnaligu arbeiðsmenninir í Teknisku deild hava gjørt eitt rimmar arbeiði, soleiðis at trøðin í dag er eitt øki, ið tvørafólk, og vitjandi, fara at fáa sera stóra gleði av. Eisini hevur framúr dugnaligi grótlaðarin Andrias Olsen, úr Hvalba, laðað sera vakran garð fram við gøtuni á trøðni.
Nú eru ljóspelar eisini komnir upp og í vikuni vórðu teir so tendraðir. Sigast má, at hetta er sera vakurt á at líta og við hesum hevur miðbýurin fingið eitt veruligt “lyft”.
Heilt liðugt er økið ikki enn, men meira verður ikki gjørt fyrr enn tað fer at vára aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder