Á tiltakinum Náttúruloysnir í norðurlendskum høpi verður pallborðskjak millum serfrøðingar, ung og fólk, ið taka avgerðir, um hvat náttúruloysnir hava at siga fyri lívmargfeldið, veðurlagið og menniskjað, og hvussu hetta kann verða sett í verk í Norðurlondum.
Dømi um Náttúruloysnir er eitt nú rewilding ella lendisbøting, har mann t.d. endurnýggjar plantur, ið eru horvnar í einum øki, ella letur náttúruna passa seg sjálva, bøtir oyðilagdar vistskipanir og endurreisir pínd lendi.
4 ára ætlanin um náttúruloysnir, sum Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett í verk, og sum nú verður samskipað úr Føroyum, verður somuleiðis løgd fram hendan dagin.
Jóna Ólafsdóttir, samskipari fyri ætlanina Náttúruloysnir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, er høvuðsrøðari, Katrin Petersen, journalistur, leiðir kjakið, og dagsins pallborðsluttakarar eru:
- Kolbrún í Haraldsstovu, verkætlanarleiðari á verkætlanini Lendisbati og leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum
- Hafdís Hanna Ægisdóttir, stjóri á deildini fyri burðardygd á lærda háskúlanum í Íslandi
- Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur fyri Tjóðveldi
- Andrea Vang, lesandi og limur í Nordic Youth Biodiversity Network
- Leonard Sandin, granskingarleiðari á NIVA, Norwegian Institute for Water Research
Tey tilnevndu til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins
Áðrenn tiltakið byrjar, verða tey tilnevndu til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2022 avdúkað. Virðislønin verður á hvørjum ári handað einum norðurlendskum persóni, einari fyritøku ella einum felagi, ið á fyrimyndarligan hátt hevur megnað at sameina virðing fyri umhvørvinum í sínum virki ella arbeiði, ella sum á annan hátt hevur tikið stór tøk fyri umhvørvið. Í ár fer virðislønin til ein einstakling, eina fyritøku ella eitt felag í Norðurlondum, sum hevur tikið serliga stór tøk í lívmargfeldis- og umhvørviskreppuni við náttúruloysnum.
Tiltakið er eitt samstarv ímillum Norðurlandahúsini í Íslandi og Føroyum og Stofnun Sæmundar fróða (Granskingarstovnur fyri burðardygd) á Háskóla Íslands.
Tiltakið kann eisini stroymast beinleiðis á netinum: https://vimeo.com/event/2358324
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald