Vinna

Fagraberg er komin undir land - móttøka verður seinnapartin

Nýggi Fagraberg er í morgun undir undir land í Føroyum.

Mynd: Fishin.fo

Mynd: Fishin.fo

2026-03-31 07:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

í dag klokkan 16.30, verður móttøka fyri nýggja Fagraberg.

Skipið leggur at undir skrivstovubygninginum hjá Framherja í Fuglafirði, veit heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum at siga.

Reiðarríið fer at bjóða suppu, kaffi og okkurt gott undir tonna.

Røður verða hildnar, og hornorkestur spælir. Seinni verður høvi at fara umborð at síggja skipið, verður lagt aftrat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder