Mentan

Fáa tann besta boðskapin í barnahædd

- Tá kirkjan skipar fyri eini familjugudstænastu, er hetta eitt gott høvi at fáa børnini í talu, sigur Hanus Pál Jógvansson. Sunnudagin tosaði hann við og svaraði spurningum frá børnunum í Tvøroyrar kirkju.

2023-09-09 10:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fáa tann besta boðskapin Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Høvuðsmynd: Carsten Fonsdal Mikkelsen

Familjugudstænastur: Hóast tað mangan er trupult hjá teimum at sita still undir eini gudstænastu, er eingin í iva um, at børnini eiga sítt natúrliga pláss í eini kirkju.
Tað er altíð pláss fyri teimum í kirkjuni, og hevur ein tí mangastaðni skipað gudstænasturnar so, at børnini kunnu sita í friði og náðum og tekna ella mála.
Uppaftur aðrastaðni, har møguleiki er fyri tí, verður hildin sunnudagsskúli í øðrum hølum í kirkjuni ella kirkjuhúsi undir sjálvari gudstænastuni. Á henda hátt kunnu bæði foreldur og børn fáa nakað gott heim aftur við sær, tá tey aftaná fara til hús.

Nú, ið summarferian er av, hava fleiri kirkjur tikið upp tann táttin at hava familjugudstænastur hesa tíðina á árinum. Hetta hendir samstundis, sum teir staðbundnu sunnudagsskúlarnir byrja aftur eftir summarsteðgin.
Hesar gudstænasturnar verða skipaðar ymiskt, men felags fyri tær er kortini tað, at alt verður gjørt fyri at børnini – og foreldur teirra – skilja boðskapin, sum prædikuteksturin snýr seg um.

Umframt hetta verða eisini fleiri barnavinarligir sangir sungnir, eins og ein haraftrat gevur møguleika fyri at ein kann syngja lættari sangir, sum tey helst kenna frá sunnudagsskúlanum.
Har tað ber til, verður eisini skipað so fyri, at onkur kemur at læra børnini onkran nýggjan sang, ella tey syngja teir góðu gomlu.

- Ein slík familjugudstænasta er eitt fínt høvi at fáa børnini í talu, og greiða teimum frá dagsins teksti, sigur hvalbiarpresturin, Hanus Pál Jógvansson, sum sunnudagin hevði eina slíka gudstænastu á Tvøroyri.
Prestagjald hansara – Suðuroyar norðara prestagjald – fer hann at røkja saman við nýggja sóknarprestinum á Tvøroyri, Anniku Magnussen Gaard, sum fer í starvið 1. oktober. Í felag fara tey at hava ábyrgd av kirkjunum í Sandvík, Hvalba, Tvøroyri og Fámjin, umframt bønhúsinum í Øravík.


Boðskapur frá kórsgáttini
Seinasta sunnudag hevði Tvøroyrar kirkja boðið inn til eina slíka familjugudstænastu við Hanus Pál Jógvansson.
Gudstænastan byrjaði klokkan 11, og aftaná gudstænastuna var ein drekkamunnur at fáa hjá øllum teimum, sum vóru í kirkjuni.
Undir gudstænastuni hevði tað eydnast teimum at fáa Honnu Fonsdal Johannesen at syngja nakrar sangir, meðan mammubeiggi hennara, Petur Fonsdal av Skála hevði undirspælið.

Høvuðsparturin av gudstænastuni var tó prædikan hjá presti um dagsins tekst, hin miskunnsami samáriubúgvin. Hesaferð fór hann ikki sum vanligt er, upp í prædikustólin at halda prædiku sína.
Nei, heldur tvørturímóti, tí hann setti seg – soleiðis sum myndin yvir greinini eisini vísir – á kórsgáttina, meðan hann bað børnini koma fram at lurta eftir tí, sum hann segði.


”Hin miskunsami samáriubúgvin” í praksis – her í Hvannasunds kirkju

Ófør at spyrja
Høvuðsmyndin vísir skilliga, at Hanus hevur evnini at tosa við børnini, tí tey tykjast lurta sera væl eftir dagsins prædikuteksti.
- Hjá mær er púra greitt, at skal tú tosa við børnini og fáa tey at skilja boðskapin, mást tú fortelja teimum hetta, uttan at vera bundin av einum handriti.
- Á henda hátt ert tú í eygnahædd og fært havt eina samtalu við tey. Hetta gevur teimum so aftur møguleikan at seta tær spurningar um ymiskt, sum tey ikki skilja, sigur Hanus Pál Jógvansson.

Og hann skoytir hetta uppí:
- Eg má bara siga, at henda dagin vóru børnini í Tvøroyrar kirkju ófør at spyrja. So eg vóni bara, at tey øll hava fingið nakað burturúr gudstænastuni.


Børnini í Hvannasundi fara heilt víst at minnast til, at prestur hevði fjallstav við sær í kirkju

Fjallstavur á kórsgáttini
Tað var tó ikki einans á Tvøroyri at foreldur og børn høvdu møguleika at sleppa til eina familjugudstænastu henda dagin.
Í kirkjuni í Hvannasundi bjóðaði Øssur Kjølbro, prestur somuleiðis bygdarfólkinum til eina barnavinarliga gudstænastu.

Skipað var soleiðis fyri, at áðrenn gudstænastuna vóru øll boðin til ein morgunmat í kirkjuhúsinum í bygdini, sum er bygt beint við kirkjuna.
Prædikuteksturin var, sum nevnt, um miskunnsama samáriubúgvan, og her hevði prestur valt ein heldur øðrvísi hátt, til tess at fáa boðskapin í frásøgnini fortaldan soleiðis, at bæði børn og vaksin kundu skilja hann.

Øssur brúkti millum annað eina mynd av samarittunum hjá Reyða krossi, sum vit síggja gera ein týdningarmiklan gerning, tá festivalar og størri tiltøk eru kring landið.
Umframt hesa myndina hevði hann haraftrat tikið ein fjallstav og eina tasku við útgerð til fyrstuhjálp við sær, fyri at lýsa dagsins evni.

Sunnudagsskúlin byrjar
Sum ein av myndunum vísir, so var boðskapurin gjørdur livandi á tann hátt, at deknurin, Monica-Mari Ziska, sum eisini er sjúkrarøktarfrøðingur, hjálpti Øssuri at binda um ein koyktan arm hjá eini fittari gentu, sum var við sum statistur.
Hinir kirkjutænararnir vóru Jógvan Josias á Hædd, urguleikari, og Hans Jørgin Nysted, klokkari. Guittarleikarin, Debes Andru Christiansen spældi gittar til nakrar barnasangir.

Eins so so manga aðrastaðni kring oyggjarnar var henda familjugudstænastan í Hvannasundi samstundis byrjanin uppá sunnudagsskúlan í kirkjuhúsinum, sum annars er sunnudag klokkan 14.


Sunnudagin verður familjugudstænasta í Viðareiðis kirkju

-----

So kann líka vera nevnt, at nú sunnudagin skal Øssur Kjølbro aftur luttaka við eina familjugudstænasta, hesaferð í Viðareiðis kirkju. Eins og í grannabygdini Hvannasundi, verður byrjað við morgunmati í missiónshúsinum ein tíma áðrenn.
Upplýst verður, at tá er aftur ein samáriubúgvi við í prædikutekstinum. Henda gudstænastan byrjar annars klokkan 12.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder