Politikkur

Fáa minni fyri meira

Meðan almenna umsiting bara bólgnar, mugu vanligir borgarar stramma buksubeltið bæði so og so. Nakrar av yndis vørunum hjá okkum føroyingum, t.d. Kaffi [17%], sukur, sjokolata og góðgæti [13%] eru dýrkaðar nógv hetta valskeiðið.

2025-04-10 13:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Matvørurnar dýrka framvegis. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir sløk 11% í februar 2025 sammett við november 2022. Prísirnir á smøri eru somuleiðis hækkaðir – 10%. Mjólk, ostur og egg er dýrkað 5%.

[object Object]

Løgmaður segði sannførandi í fyrstu nýggjárrøðu síni sum afturvaldur løgmaður:

”Men góðu tit, sum í kvøld stúra um, hvussu tit skulu fáa pengarnar at røkka: júst gerandisdagurin er fremsta raðfesting okkara. Vit vilja gera tín gerandisdag lættari. Bíligari.”

Hesi seinastu árini hava vit upplivað hægstu inflatión í 40 ár, og so tí er hetta ikki eitt lætt lyfti at lova enn minni at halda. Men hvat hevur samgongan gjørt fyri at tálma hesum prísvøktri og gera okkara gerandisdag lættari og bíligari?

Samgongan ákærir vinnuna fyri at vera ov gramma og hevur tí stovnað príseftirlit at basa hesum. Men meðan vinnan er undir herdum eftirliti, stríðist hon við prísvøkstur, lønarvøkstur og nú eisini toll... Er ongin sum hevur eftirlit við samgonguni?

Í verandi løtu fær landið meira í kassan hvørja ferð prísurin á vørum fer upp. Hetta tí at MVG, punktavgjøld o.a. verða áløgd sum prosent partur av prísinum. Fer prísurin á vøru ella tænastu upp, fær landið meira inn í krónum og oyrum.

Hóast lyfti um bíligari gerandidag hava vit framvegis triðstørsta MVG sats [25%] í heiminum, og tey dýrastu avgjøldini á bilar í verðini [kosta eina ársløn]. Eftirhondini minnist ongin, nær prísurin á bensin- og diesel seinast var undir 10 kr. Høvdu vit lækkað ella avtikið nøkur av teimum alm.gjøldunum og ikki hækkað tey sum hendan samgongan hevur gjørt, so hevði m.a. brennievni [ein neyðsynjassvøra fyri mong] kostað undir 10 kr. liturin.

Fyri hvørja tunnu av bensini, sum kemur til landið, fer helvtin í avgjaldið til landsstýrið.

[object Object]

Hvat fáa vit fyri pengarnar? Avgjøldini raka øll meint, men harðast tey við lægri inntøkum, sum ikki fingu lut í skattaumskipanini hjá samgonguni.

Nú valskeiðið hjá samgonguni er farið at halla, fara vit vónandi at síggja ‘fremsta’ lyfti hjá løgmanni um bíligari vørur gerast veruleiki. Inflasjónina eigur samgongan ikki skyldina í, men hon hevur higartil bert gjørt gerandisdagin dýrari enn neyðugt við ikki av tillaga avgjøldini.

Í verandi løtu kunnu vit bert staðfesta at vit hava fingið minni fyri meira.


Grímur Sundstein

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder