2023-03-21 07:45  
  
 Maðurin hevði yvir eitt longri tíðarskeið fleiri ferðir skaffað sær annað kynsligt samband enn samlegu við ein sálarliga menningartarnaðan mann. 
Í heyst bleiv maðurin dømdur 10 mánaða fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Av teimum 10 mánaðunum vóru 3 mánaðir gjørdir treytaleysir. Aftrat treytaðu fongsulsrevsingini skal tann dømdi gera samfelagstænastu í 120 tímar. 
Eystari Landsrættur staðfesti fríggjadagin dómin frá Føroya Rætti.
Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein maður er dømdur fyri at neyðtaka ein annan mann. 
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald