Vinna

Eyðun vildi verða við fyrsta túrin vestur um hav

Millum ferðafólkini við Atlantic Airways vestur um hav í gjár var Eyðun Ljósheim.

2023-08-23 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár byrjaði Atlantic Airways beinleiðis rutusamband millum Vágar og New York, og ein av teimum ferðandi var Eyðun Ljósheim.

Eyðun ið hevur fleiri ferðir verið í USA fyrr vildi verða við á fyrsta beinleiðis túrinum við Atlantic Airways vestur um hav.

Steðgurin hjá Eyðun er ikki langur. Hann fer longu heim aftur við Atlantic Airways í dag.

Tá ið vit spyrja hann hví hann hevur valt at flúgva longu leiðini úr Vágum til New York og retur tá ið Atlantic fer heim aftur í dag sigur hann, at tað er fyri at hava verið við á fyrsta túrinum hjá Atlantic Airways til New York.

Sí eisini: 

Myndir frá fyrsta túrinum millum Vágar og New York

Myndir yvir Grønlandi


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder