Politikkur

Eyðgunn spyr um bíðilistar og bíðitíðir í Sjúkrahúsverkinum

Í samráð við táverandi landsstýriskvinnu í heilsumálum settu vit í Fíggjarnevndini 4,3 mió. kr. av á fíggjarlógini fyri 2024 til eina serstaka upphædd fyri at fáa bíðilistarnar niður á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-02-28 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjúkrahúsverkið boðaði í vetur frá, at tá vóru bíðilistarnir styttir við sløkum 600 persónum, og eftir ætlan fóru bíðilistarnir at verða styttir við tilsamans 1.100 persónum við ársenda í 2024.

Enn eru tó eingi endalig tøl almannakunngjørd. Fyri at fáa greiðu á, hvussu og í hvønn mun átakið eydnaðist, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í heilsumálum:

  • Við hvussu nógvum persónum eru bíðilistarnir í Sjúkrahúsverkinum styttir við serstøku játtanini, sum varð latin til endamálið á fíggjarlógini fyri 2024?
  • Á hvørjum serøkjum eru bíðilistarnir serliga styttir, og hvussu hevur játtanin ávirkað bíðitíðina á hesum serøkjum?

Um bíðilistar

Hóast gongdin í Sjúkrahúsverkinum seinnu árini hevur verið góð, og vit hava fingið fleiri serlæknar og onnur heilsustarvsfólk, so eru framvegis serøki, har tørvurin er størri enn starvsfólkatilfeingið. Tí hava vit bíðilistar. Eru bíðilistarnir langir, hevur tað ávirkan á, hvussu leingi fólk bíða til at sleppa í viðgerð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder