Ítróttur

Evnaríkur dani til 07 Vestur

07 Vestur hevur skrivað sáttmála við ungan og evnaríkan dana. Talan er um 19 ára gamla Magnus Isager, sum kemur frá AC Horsens.

Mynd: Ac Horsens ungdomsakademi

Mynd: Ac Horsens ungdomsakademi

2024-01-03 19:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Tá ið Magnus var 17 ára gamal, flutti hann frá AGF til AC Horsens. Tá hevði hann longu verið rundan um superligahópin hjá AGF og spælt venjingardystir við fyrstaliðnum.

Í juni 2022 bleiv Magnus partur av akademinum hjá AC Horsens. Hann bleiv skjótt ein profilur á U19 liðnum og bleiv partur av sokallaða “transitiónshópinum” hjá akademinum. Hetta eru akademispælarar, sum hvørja viku venja saman við superligahópinum. Hann fekk eisini onkran dyst á bonkinum í superliguni.

U19 venjarin hjá AC Horsens, Claus Troelsen, sigur um Magnus, at hann er ein spælari við góðum motori og hugburði. Hann arbeiðir gróthart á miðjuni, har hann hevur arbeitt nógv við at menna evnini at flyta bóltin skjótt við fáum røringum. Hann hevur eisini nakrar einastandandi menniskjasligar eginleikar, har hann tekur ábyrgd, bæði fyri sær sjálvum og liðfeløgum.

Magnus sjálvur sigur, at hann er ein rennisterkur og ágrýtin spælari á sentrala miðvøllinum, sum luttekur bæði í verju- og álopsspæli. Magnus gleðir seg at byrja tilveruna í Vágum. Hansara ambitión er at vera við til at lyfta 07 Vestur longri upp á stigatalvuna komandi árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder