Mentan

Eva er best umtókta navnið hjá gentum føddar í 2022

Eva er vorðið eitt av nøvnunum, vit vanliga síggja ovast á listanum fyri best umtókta navn hjá gentum. Sum nakað nýtt er Elvira fyri fyrstu ferð á listanum fyri best umtóktu gentunøvnini.

2023-09-16 16:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan:

Nýggjasta navnauppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Sum nakað nýtt ganga navnahagtølini nú aftur til 1985.

Av teimum børnunum, sum vóru fødd í 2022, fingu seks gentur navnið Eva, meðan fýra gentur fingu navnið Bára, fýra Bjarta, fýra Elvira, fýra Lilja og fýra gentur fingu navnið Tóra.

Onnur vælumtókt nøvn hjá gentum eru eitt nú nøvnini Heidi, Bjørg og Isabella. Seks gentur, føddar í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

Best umtóktu nøvn hjá gentum føddar í 2022




Persóntal

20222021201220021992
Eva62311
Bára42142
Bjarta42110
Elvira40000
Lilja41100
Tóra41131
Anna31035
Bjørg30332
Heidi30315
Isabella34000
Lea35351
Lív37130
Mia31101
Miriam31132
Olivia33314
Sólja34211

Best umtókta gentunavnið, Eva, er vorðið eitt av nøvnunum, ið gongur aftur á listanum fyri best umtókta navn á gentum. Eva var eisini best umtókta navnið í árunum 2018, 2017, 2015, 2014 og 2011. Síðani 2010 hava 67 gentur fingið navnið Eva.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder