Ítróttur

Europeiska ævintýrið livir enn

 Við einum tryggum og uppibornum sigri í dag megnaðu H71-kvinnurnar at spæla seg víðari til fjórðingsfinalurnar í EHF Europa Cup-kappingini. H71 vann báðar dystirnar ímóti ZRK Naisa Nis við samlaða málmuninum 69-64.

2022-01-15 18:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

H71: Ikki sørt, at fleiri okkara hava bestan hugin at klípa okkum í armin fyri at fáa staðfest, at hetta ikki er dreymur, men veruleiki: H71-kvinnurnar hava spælt seg í fjórðingsfinaluna í triðstørstu europeisku kappingini fyri hondbóltsfeløg, og næstu dystirnir verða altso fjórðingsfinalurnar!

Enn vita vit ikki, hvørjum spælast skal ímóti, men helst verður lutakast fyrst í næstu viku, har greiði fæst á, hvussu fjórðingsfinalurnar verða mannaðar. Enn vita vit heldur ikki, hvørji lið verða at finna í pottinum, tí onkur dystur verður seinni í kvøld og onkur í morgin, áðrenn øll átta liðini eru funnin.

Eftir tepra sigurin á útivølli niðri í Serbia síðsta sunnudag var greitt, at H71-kvinnurnar máttu vera klárar frá fyrsta bríksli í dag – og tað vóru tær! Dysturin í dag náddi ikki somu hæddir í álopsspæli sum tann fyrri, men verju- og málmansspælið var einastandandi væl frágingið hesaferð!

Les meira her

Sí myndir frá dystinum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder