Politikkur

Etiska ráðið havt sín fyrsta fund

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tilnevndi nýliga nýggjar limir í Etiska ráðið. Nýggja ráðið hevði fyrsta fundin í dag saman við landsstýrismanninum.

Á myndini omanfyri eru :Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, Bergur Debes Joensen, formaður og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, fakligur skrivari. Súsanna Mortensen, Arni Zachariassen, Noomi Gregersen, Jóngerð Guttesen, Leif Olsen, Jógvan D. Hansen og Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett.Katrin Kallsberg væntar á myndini. 

Á myndini omanfyri eru :Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, Bergur Debes Joensen, formaður og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, fakligur skrivari. Súsanna Mortensen, Arni Zachariassen, Noomi Gregersen, Jóngerð Guttesen, Leif Olsen, Jógvan D. Hansen og Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett.Katrin Kallsberg væntar á myndini. 

2022-10-05 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við støði í arbeiðinum hjá undanfarna ráðið, fer nýggja ráðið til verka beinanvegin.

Hervið fari eg at ynskja Etiska ráðnum blíðan byr við arbeiðinum at viðgera etiskar spurningar, ið knýta set til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Eg fari eisini at takka limunum í nýggja ráðnum fyri, at tit vilja átaka tykkum hesa uppgávuna komandi fýra árini.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.
Etiska ráðið

Etiska ráðið hevur 9 limir. Ráðið verður valt av nýggjum eftir 4 árum.

Bergur Debes Joensen, sóknarprestur verður nýggjur formaður í Etiska ráðnum. Hinir limirnir eru:

Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, sóknarprestur og integratiónsprestur, Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, Leif Olsen, sosialráðgevi, Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari í Fargen, Arni Zachariassen, rúsviðgeri, Súsanna Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði og Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp.

Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum.

Ráðið er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum.
Etiska ráðið eigur í sínum virki at leggja dent á virðing fyri tign og friðhalgi menniskjans, virðing fyri komandi ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru og umhvørvi.

Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum og tekur, av egnum ávum, til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder