2024-08-10 15:31
Esther Dahl á Heygum klárar seg framúr væl í Herning. Hetta er hennara triðja altjóða kapping og sær tað út til at royndirnar nú av álvara gera mun
Hon endaði B finaluna í gjár á einum sera flottum 4. plássi í fimmgongd F1. Fyrsti føroyski unglingur nakrantíð í F1 finalu. Innleiðandi í A flokki gæðinga fekk hon deilt 4 pláss, og harvið beinleiðis víðari í A finalu í morgin, eisini fyrsti føroyski unglingurin nakrantíð í A finalu í GDY-A
Til lukku Esther Dahl á Heygum og Dalvar frá Dalbæ ll og allarbestu eyðnu í morgin, tað skrivar Ríðisamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald