
Vinnuhúsið:
Áskoðan:
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit mugu fara undir realitetsviðgerð av spurninginum um føroyskan limaskap e.l. í fríhandils- ella búskaparligum felagsskapum sum ES ella EFTA
Seinastu tíðina hevur ávíst kjak verið í fjølmiðlunum og á sosialum miðlum um marknaðaratgongd, tollkríggj og møguligan føroyskan ES-limaskap. Sum íkast til kjakið vil Føroya Arbeiðsgevarafelag gera nakrar viðmerkingar. Felagið tekur ikki her støðu til, um ES- ella EFTA-limaskapur er rætta leiðin at fara, men heldur, at tíðin er komin, at hesin spurningur verður greinaður og tikin upp til realitetsviðgerð í Føroyum.
Vinnan ikki nøgd við verandi marknaðaratgongd
Í kjakinum um møguligan ES-limaskap hevur verið sagt, at vinnan er nøgd við verandi marknaðaratgongd. Føroya Arbeiðsgevarafelag kann tó staðfesta, at vinnan í løtuni ikki er nøgd við verandi marknaðaratgongd og vil hava betri handilsviðurskifti við bæði ES-marknaðin og serliga við umheimin annars.
Føroyskar útflutningsfyritøkur eru í løtuni í ójavnari kapping við fyritøkur í ES ella EFTA, tí hesar fyritøkur hava munandi betri atgongd til at selja sínar vørur kring heimin við lægri ella ongum tolli enn føroyskar fyritøkur hava. Hetta er eitt nú galdandi fyri fyritøkur í grannalondunum Íslandi og Noregi.
Tað er av avgerandi týdningi fyri Føroyar at hava góða atgongd til nógvar ymiskar marknaðir, so vit eru kappingarfør við okkara kappingarneytar. Harumframt hevur tað týdning at hava góðar møguleikar at útflyta til onnur lond, um viðurskiftini á ávísum marknaði versna. Hetta sóu vit millum annað í verki, tá ið ES setti tiltøk í verk móti føroyskum útflutningi í 2013-2014.
Og verandi støða í heiminum ger tað ikki minni umráðandi skjótt at kunna flyta til nýggjar marknaðir, um tað gerst neyðugt.
Føroyar eru ikki partur av nøkrum handilsfelagsskapi. Føroyar hava seks fríhandilsavtalur, og í løtuni eru ongar samráðingar um nýggjar handilsavtalur.
Nýggir útflutningsmøguleikar við ES-limaskapi
Um vit ímynda okkum, at Føroyar høvdu fingið ES-limaskap, hevði tað havt við sær tríggjar týðandi broytingar, sum høvdu bøtt um føroysku útflutningsmøguleikarnar:
1. Atgongd til tær fríhandilsavtalur, sum ES hevur við onnur lond
2. Betri treytir fyri at útflyta til ES
3. Betri møguleikar at virka rávøru út triðjalondum
1. Atgongd til fríhandilsavtalurnar hjá ES
Í løtuni hevur ES oman fyri 40 handilsavtalur, sum fevna um fleiri enn 70 lond. Nógvar av hesum avtalum høvdu givið okkum tollfrælsi til spennandi marknaðir fyri vørum, sum vit útflyta. Eitt nú kunnu vit nevna Suðurkorea, Japan og suðuramerikonsku MERCOSUR-londini, sum ES skrivaði avtalu við í desember 2024, men sum ikki er komin í gildi enn.
Hóast ymisk formlig viðurskifti skulu fáast upp á pláss fyri at fáa handilsavtalurnar hjá ES at fevna um nýggjar ES-limir, er talan um formalitetir, sum vanliga eru skjótir at avgreiða. Sostatt kann væntast, at hesar fríhandilsavtalur rímuliga skjótt høvdu kunnað fevnt um Føroyar eisini.
At fingið hesar fríhandilsavtalur at fevnt um Føroyar hevði uttan iva verið størsti fyrimunurin við ES-limaskapi - í øllum førum á handilspolitiska økinum.
2. Betri treytir fyri at útflyta til ES
Í løtuni hava Føroyar góða atgongd til at útflyta flestu óvirkaðar og hálvvirkaðar fiskavørur til ES, men tá ið tað er sagt, er okkara atgongd til at útflyta virkaðar fiskavørur sum heild vánalig - tó við einstøkum undantøkum.
Sum dømi kann nevnast, at so seint sum í farnu viku skipaði Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri kveikingardegi í sambandi við umskipan av ‘Fiskivinnuroyndir’. Á degnum vísti ein av røðarunum á, at fyri bæði sild og makrel er marknaðaratgongdin til ES ein forðing fyri at virðisøkja vørurnar, uttan at tollur kemur á.
Tá er okkara kappingarføri burtur. Hartil eru hópin av øðrum hugskotum, sum verða steðgað í føðingini vegna toll á slíkar vørur.
3. Betri atgongd til rávøru úr triðjalondum
Um Føroyar gjørdust limur í ES, gevur tað nýggjar møguleikar at virka rávøru úr triðjalondum og útflyta til onnur ES-lond, uttan at tollur kemur á vørurnar. Í dag ber til dømis ikki til at keypa fisk frá flestum triðjalondum (t.d. grønlendskan fisk ella fisk úr Alaska) við tí endamáli at virka hann her í Føroyum og síðani útflyta til ES-marknaðin tollfrítt. Eisini her missir vinnan sítt kappingarføri, um tollur upp á millum 10% - 15% verður lagdur oman á vørurnar í mun til fyritøkur, sum virka fiskin í ES.
Spurningurin um ES-limaskap er breiðari enn bert marknaðaratgongd
Spurningurin um ES-limaskap er sjálvsagt breiðari enn bert ávirkanin á marknaðaratgongdina. Eitt nú mugu viðurskifti viðvíkjandi fiskivinnupolitikkinum viðgerast, eins og tað er neyðugt at greina, hvørjar umsitingarligar avleiðingar standast av einum møguligum ES-limaskapi ella líknandi.
Samanumtikið er eingin ivi um, at ES-limaskapur hevði økt munandi um umsitingarligu byrðuna hjá bæði myndugleikum og vinnu, so her mugu vit vera varin. Tó hava føroyskir lógarsmiðir ofta hug at taka støði í ES-lóggávu, tá ið nýggj lóggáva skal smíðast í Føroyum. Úrslitið av hesum er, at vit longu hava hópin av lóggávu, sum er grundað á ES-fyriskipanir og -reglugerðir, uttan at vit fáa ágóðarnar av at vera partur av ES.
Er EFTA-limaskapur eitt alternativ?
EFTA-limaskapur verður ofta nevndur sum eitt alternativ til ES-limaskap. Hetta er ikki av órøttum. Í løtuni hava EFTA-londini Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein 31 fríhandilsavtalur við oman fyri 40 lond; harav fleiri marknaðir eru áhugaverdir hjá føroyskum útflytarum.
Sum dømi kunnu nevnast avtalurnar við Suðurkorea og India. Hóast vit heldur ikki her høvdu verið fevnd av hesum avtalum frá fyrsta degi, hevði tað sannlíkt verið ein spurningur um tíð, áðrenn EFTA-fríhandilsavtalurnar eisini fevndu um Føroyar.
EFTA-limaskapur hevði tó ikki loyst trupulleikan við vantandi marknaðaratgongd fyri virkaðum vørum til ES. Eitt nú hava Noreg og Ísland líknandi forðingar, sum Føroyar hava, tá ið virkaðar vørur skulu útflytast til ES. Vit høvdu heldur ikki bøtt um møguleikarnar at virka fisk úr triðjalondum.
Harumframt vita vit sjálvandi ikki enn, hvørja støðu EFTA-londini høvdu havt til eina umbøn um føroyskan EFTA-limaskap.
Vit mugu fáa gongd á viðgerðina um limaskap í handilsfelagsskapi
Tað hevur víst seg at vera ein oyðimarkargongd, at Føroyar einsamallar skulu samráðast um fríhandilsavtalur við onnur lond. Samstundis síggja vit, at flest onnur lond, vit kappast við, hava tikið seg saman í handilsfelagsskapir og líknandi, sum geva teimum væl betri marknaðaratgongd, enn vit hava í Føroyum.
Tað er tí upp á tíðina, at vit veruliga fara at viðgera føroyskan limaskap ella líknandi í handils- ella búskaparligum felagsskapi. Í løtuni eru tað einans ES ella EFTA, sum eru veruleikakendir møguleikar.
Fakta
ES er felags búskaparøki við 27 londum og umleið 450 mió. íbúgvum, har vørur, tænastur, fólk og kapitalur kunnu flyta frítt millum limalondini. Í løtuni hevur ES oman fyri 40 fríhandilsavtalur við umleið 70 lond uttan fyri ES, og samráðingar eru við fleiri onnur lond um nýggjar avtalur.
EFTA er fríhandilsfelagsskapur fyri tey fýra londini Noreg, Ísland, Sveis og Liktinstein. Í løtuni hevur EFTA 31 fríhandilsavtalur við oman fyri 40 lond, og samráðingar eru við fleiri onnur lond um nýggjar handilsavtalur.
Føroyar eru ikki partur av nøkrum handilsfelagsskapi. Føroyar hava seks fríhandilsavtalur, og í løtuni eru ongar samráðingar um nýggjar handilsavtalur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald