Vinna

Erla Kongsdóttir fer burtur av at røkja Hestleiðina

Erla Kongsdóttir skal røkja Hestleiðina.

2023-12-20 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Nú ið Sandoyartunnilin letur upp, verður siglingin millum Hest og Gomlurætt ein sjálvstøðug farleið. Sum áður boðað frá verður tað Erla Kongsdóttir, ið fer at røkja Hestleiðina. 

Erla Kongsdóttir fer væntandi at byrja í sigling á Hestleiðini í apríl mánaða, eftir at eitt brek á einum av gearunum er blivið umvælt. Fyrstu tíðina røkir Teistin siglingina á Hestleiðini. 

Allir túrarnir í víðkaðu ferðaætlanini á Hestleiðini eru tilkall. Møguligt verður nú hjá hestfólki at ferðast tíðliga um morgunin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder