Ítróttarsamband Føroya.
Erhardt var føddur og vaks upp í Hvalba, men kom til Havnar í 1946 at arbeiða.
Hann gjørdist skjótt partur av ítróttaumhvørvinum i Havn, og var tað serliga kappróðurin, ið hevði hansara áhuga. Og tað var eisini innan kappróðurin, at lunnarnir vórðu lagdir til langa lívið hjá Erhardt innan ítróttafyrisiting.
Erhardt var formaður í Havnar Róðrarfelag árini 1954 til 1959 og aftur 1962 til 1964. Hann var eisini eitt skeið formaður í Tórshavnar Ítróttarráð. Í 1962 varð hann valdur í nevndina fyri Ítróttasamband Føroya, og sat hann í henni til hann legði frá sær í 1978. Árini 1964 til 1975 sum skrivari og frá 1976 til 1978 sum formaður.
Árini Erhardt var nevndarlimur í ÍSF hendu nógvar broytingar.
Fyrstu fimm árini Erhardt sat sum nevndarlimur, varð ÍSF stjórnað av eini sjey-manna nevnd, ið hevði alla ítróttafyrisiting um hendi. Frá 1967 varð Ítróttasambandið umskipað, soleiðis at ovasta leiðslan varð myndað av eini 3 manna starvsnevnd, meðan ymsu ítróttagreinarnar vórðu skipaðar í sjálvstøðugar deildir, sum løgdu egnu kappingar sínar til rættis.
Nógv var á skránni hesi ár. M.a. varð arbeitt við at vinna føroyskari ítrótt altjóða viðurkenning. Og í 1970 eydnaðist hetta, tá ið hondbóltur, sum fyrsta ítróttagrein í Føroyum, fekk fyribils limaskap í altjóða ítróttasambandi; ein limaskapur sum í 1974 varð broyttur til fullan limaskap í altjóða hondbóltssamgonguni International Handball Federation.
Tá Erhardt í 1978 legði frá sær sum formaður ÍSF, var fyrireikandi arbeiðið at umskipa Ítróttasambandið byrjað. Hetta arbeiði hevði millum annað við sær, at Fótbóltssamband Føroya varð sett á stovn í 1979 sum fyrsta sersamband innan ÍSF. Ítróttasambandið fekk tá tann bygnað, vit kenna í dag, har ítróttagreinarnar eru skipaðar í sjálvstøðug sambond, sum øll eru limir í meginfelagsskapinum ÍSF.
Fyri drúgva arbeiði sítt fyri føroyska ítrótt hevur Erhardt fingið silvur- og gullmerki ÍSF, umframt at hann er heiðraður við hægsta heiðursmerki Ítróttasambandsins, gullmerki við bjálka.
Farin um pensjónsaldur leitaði Erhardt sær aftur til røturnar og flutti suður til Hvalbiar at búgva.
Seinastu árini hevur hann verið búsitandi í eldrasambýli í heimbygdini, til hann nú sum 95 ára gamal legði árarnar inn.
Vit lýsa frið yvir minnið um fyrrverandi formann ÍSF, sum í áratíggju tænti føroysku ítróttini á besta hátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald