Vinna

Erhard Joensen ótolnast eftir dialysuviðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

2024-02-08 18:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Spyrjari:  Erhard Joensen, løgtingsmaður

Svarari:  Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

Evni:  Dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

Spurningar: 

 

  1. Hví er ætlaða dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki enn sett í verk?


  1. Nær ítøkiliga verður skipanin/ dialysuviðgerðin sett í verk?


  1. Hvørjar eru orsøkirnar til, at skipanin enn ikki er sett í verk?


Viðmerkingar:

Løgtingið hevur í fleiri umførum játtað pening til dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, bæði í 2022, 2023 og 2024 - alt við tí endamáli at fyrireika og seta í verk skipanina.


Gjørdir eru nýggir fasilitetir og íløgur í bestu útgerðina til dialysuviðgerð - útgerð í serklassa.


Harafturat kann upplýsast, at 3 sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið upplæring í at brúka tólini og kunna fremja viðgerðina - tær gjørdist lidnar við upplæringina hálvan desember 2023. Hóast hetta er dialysuviðgerðin enn ikki byrjað.


Tað er heilt greitt løgtingsins vilji, at skipanin skal setast í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tí er tað sera óheppið, at tað dregur út at seta hana í verk. Tí verður hesin fyrispurningur settur.


Á Løgtingi, 8. februar 2024

 

Erhard Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder