Er tað ókey at koyra ov skjótt?
Hvat heldur tú?
Latið okkum kjakast um ferð! Alt ov nógvir bilførarar koyra altíð, ella javnan, ov skjótt. Sambært okkara kanningum, heili 68%! Hetta er ikki nakað vit fjala ella skammast um. Og nú tosa vit ikki um tey fáu, sum koyra alt ov skjótt, men tann breiða skaran, sum altíð koyrir eitt sindur ov skjótt. Faktisk siga 57%, at tey vanliga koyra 90 km/t uttan fyri bygt øki.
Nýtt ferðátak
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur framleitt eitt spildurnýtt átak saman við Trygd og Betri trygging, sum skal varpa ljós á avbjóðingina við, at vit koyra ov skjótt. Í nýggjum filmi samanbera vit tvær gerandisstøður. Onnur er ikki vanlig og verður ikki góðtikin. Hin er púra vanlig og góðtikin. Vit spyrja hví!
Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd ynskja vit, at bilførarar halda hámarksferðina. Ikki bara tí at lógin sigur tað, ikki tí at tú fært bót ella klipp í koyrikortið, men tí at tað er tryggari. Tí at so henda færri óhapp, og um óhapp kortini henda, gerast avleiðingarnar ikki eins álvarsligar, um ferðin er lægri.
Vit hava helst lyndi til at gerast eitt sindur ”ferðblind”, tá vegirnir eru breiðir og beinir, tá bilarnir eru góðir og tryggir og tá allir hinir bilførararnir eisini koyra eitt sindur ov skjótt.
Men óvæntaðar støður kunnu koma fyri. Kanska bremsar bilurin framman fyri teg bráddliga, ella onkur snarar inn fyri teg. Ella kanska stendur ein seyður á vegnum. Koyrir tú tá ov skjótt, eru sannlíkindini fyri einum samanstoyti størri, enn um tú heldur hámarksferðina.
Sosialir normar kunnu broytast
Helst eru nógvar orsøkir til, at vit koyra ov skjótt. Ein orsøk er tann sosiali normurin. Tað verður góðtikið! Hetta vilja vit gjarna prika til, tí sosialir normar kunnu gott broytast.
Her eru tvey dømi úr rúgvuni:
- Næstan ongin heldur tað vera í lagi at koyra rúsaður. Onkur ger tað kortini, og tað henda tíverri óhapp, har rúskoyring er partur av orsøkini til óhappið. Men sosiali normurin er tann, at tað verður ikki góðtikið. Tað hevur sanniliga ikki altíð verið soleiðis, men normurin er broyttur! Og tað er gott, tí rúskoyring er vandamikið og kann gera stóran skaða – bæði fyri føraran og tey, sum fyri eru.
- Næstan ongin heldur tað vera í lagi at koyra uttan trygdarbelti. Og tá tað kemur til børn í bilinum, so vilja vit gera alt fyri, at tey eru trygg og sita rætt íbundin. Onkur gloymir trygdarbelti og onkur fær bót og klipp í koyrikortið fyri at gloyma hetta. Men fyri tey allarflestu er tað púra óhugsandi at seta seg í bilin, uttan at spenna trygdarbelti. Tað hevur ikki altíð verið soleiðis. Sosiali normurin er broyttur! Tað er gott, tí um óhappið er úti, kann trygdarbelti vera munurin millum lív og deyða.
Men næstan øll halda, tað vera í lagi at koyra ov skjótt – eitt sindur. Sosiali normurin er ikki broyttur á hesum økinum, hóast hópin av átøkum, eftirliti og herðingum í ferðslulógini. Tað er ikki nóg gott.
Normarnir kunnu broytast. Tað tekur tíð, og tað hendir ikki í einum. Men vit kunnu byrja við at tosa um tað. Latið okkum semjast um, at tað er ikki ókey at koyra ov skjótt!
Átakið byrjar 9. januar og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger ferðkanningar meðan átakið er.
Lovisa Petersen Glerfoss
RFF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald