
EPC vitjaði í Føroyum.
Í farnu viku vóru nevndarlimir úr EPC (Europeisku Paralympisku nevndini) á vitjan í Føroyum, her tey hildu kvartárliga nevndarfund teirra.
Hetta er fyrstuferð síðani Parasport Føroyar var stovnað, fyri júst 45 árum síðani, at ein slík nevnd hevur fundarvirksemi sítt í Føroyum.
Í samband við vitjanina var heilsað uppá nevndina í Parasport Føroyum har europeiska nevndin fekk innlit í virksemi og tosað um avbjóðingar og møguleikar við paraítrótti í Føroyum.
Á vitjanini var høvið eisini at heilsa uppá nýggja verjan hjá Parasport Føroyum, Eirik í Jákupsstovu landsstýrismann í almanna og mentamálum, og at tosa um teirra royndir og tankar um hvussu man kan virka fyri at enn fleiri fólk ið bera brek gerast kropsliga virkin og luttaka í ítrótti.
Tað hugtók nevndina at eitt lítið land sum Føroyar kann hava eina virkna paraítróttarrørslu, og góðu ítróttarkarmarnar kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald