Vinna

Enn tættari verjusamstarv við USA

Danska stjórnin hevur fyri løtu síðani meldað út, at ein avtala skal gerast við USA um eitt enn tættari verjusamstarv

2022-02-10 16:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hendan avtalan kemur at merkja, at amerikanskir hermenn kunnu koma til Danmarkar, og at amerikonsk hernaðarútgerð kann setast upp í Danmark. Sæð í ljósinum av teimum spenningum, ið eru úti í heimi, við øktari russiskari aggresión, er hendan avtalan eftir míni sannføring neyðug.

Danska stjórnin hevur gjørt púra greitt, at hendan avtalan einans skal umfata Danmark og ikki Føroyar og Grønland.

Forsætisráðharrin hevur verið í tøttum dialogi, umvegis samstarvsráðið, við Føroyar og Grønland um komandi avtaluna.

Tað er gleðiligt at síggja, at samstarvsráðið, ið varð sett á stovn seinasta ár, er tikið í nýtslu, og at Føroyar og Grønland verða tikin við í uttanríkis- og verjupolitiskum málum í ríkinum.


Edmund Joensen
fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder