Vinna

Enn fleiri skylda meira enn 3 ferðir inntøkuna

Fyribils hagtøl vísa, at føroysk húsarhald við eini skuld omanfyri 2 mió. kr., ið samstundis skylda meir enn tríggjar ferðir sína ársinntøku, eru økt frá 3,7% burturav øllum húsarhaldunum í 2021 til 4,1% í 2022. Er skuldin høg, er húsarhaldið meira viðkvæmt yvirfyri rentuhækkingum, enn tá ið skuldin er lág.

2023-10-25 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsbankin: Ein natúrlig orsøk til henda vøksturin er, at fleiri húskir eru løgd afturat í 2022 í mun til 2021, og at summi av hesum hava ognað sær eini sethús. Í mynd 7 sæst, at vøksturin er størst í talinum av húskjum, sum skylda millum 3 og 4 ferðir ársinntøkuna og at talið av húskjum, sum skylda millum 4 og 5 ferðir sína inntøku bert ert økt eitt vet í 2022 í mun til 2021, ímeðan talið av teimum, sum skylda meir enn 5 ferðir ársinntøkuna, er lækkað í 2022.

Ein orsøk til, at tað eru færri í 2022, sum skylda meir enn 5 ferðir sína inntøku, í mun til í 2021, kann vera, at summi av húskjunum hava goldið skuld niður ella hava fingið hægri inntøku, soleiðis at tey í 2022 eru flutt í ein nýggjan bólk við lægri skuldarlutfalli. 

Yvirskipað er skuldarlutfallið hjá føroysku húsarhaldunum framvegis lágt. Vanliga verða húsarhald viðmælt ikki at skylda meir enn umleið 3,5 ferðir inntøkuna. Í summum førum verður hægri skuldarlutfall loyvt, um útlit eru til, at húsarhaldið fær skuldarlutfallið niður innan eitt stutt áramál ella um húsarhaldið eigur aðrar ognir, sum kann forsvara eina høga skuld mátað í mun til ársinntøkuna. 

Tað eru framvegis ikki ábendingar um, at húskir við høgum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufesti í Føroyum, av tí at tey eru fá í tali. Tó kann tað vera av stórum týdningi fyri einstaka húsarhaldið, um mánaðarligu útreiðslurnar við mongu rentuhækkingunum gerast ov stórar. 

Mynd 1

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2023 her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder