Mentan

Enn eitt kvøld við spølum

Nú várið nærkast fer Vága Pensjónistafelag aftur undir at hava tiltøk fyri limirnar.

2023-01-28 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Týskvøldið, 31. januar kl. 19 verður enn einaferð eitt kvøld við spølum - hesaferð í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági. Høvið verður at spæla kend borðspøl og kanska onkur, sum tú ikki hevur roynt áður. Sjálvandi ber eisini til at spæla kort.
Og tey, sum hava hug, kunnu eisini taka stokkarnar við.
Kvøldið byrjar annars við, at Holgar fer at syngja nakrar sangir. Eisini verður drekkamunnur og lutaseðlasøla.
Nýggir limir kunnu tekna seg.

Nevndin í Vága Pensjónistafelag er eisini Eldraráð í Vágum. Eldraráðið skal ráðgeva Stýrinum fyri Heimatænastuna í øllum eldrapolitiskum spurningum og er bindilið millum teir eldru borgararnar og kommunurnar.
Øll eldri ella avvarðandi kunnu venda sær til Eldraráðið við málum, sum eru viðkomandi, tá ið talan er um tænastur og trivnað hjá teimum eldru og um eldrapolitisk mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder