2022-09-27 13:26

Hendan støðan hevur verið á veg í fleiri mánaðir, men enn hevur samgongan onki gjørt.
Samgongan hevur tosað um eina eingangsupphædd til oljurokning á 7.000 krónur, og tað ger kanska mun hjá einum lítlum bólki, men sjálvt tað er framvegis bara snakk!
Tjóðveldi hevur mælt til hesar ítøkuligu loysnirnar.
- Tíðaravmarkað loft á oljuprísin galdandi í eitt ár
- Hækka familjuískoyti og lata fleiri koma uppí
- Hækka brennistuðul til pensjónistar, og brúka bjálvingarstuðulin til at hjálpa fólki at spara orku
- Hækka lestrarstuðulin
- Eitt veruligt lønarlyft til vælferðarstørvini
Sirið Stenberg,
tingkvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald