![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Smílikullan, er eitt frítíðarskúlatilboð ætla børnum í 1. og 2. flokki í Vága Kommunu. Vit halda til í Gamla Skúla í Miðvági. Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar bæði fyri børn og starvsfólk. Sí meira kunning á www.smilikullan.fo
Starvið og førleikar:
Tað hevur týdning fyri okkum at:
- Tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ert tilvitað/ur um at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirðið hjá børnum.
- Tú ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti við børnum.
- Tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar børnum til sjálvi at brúka sítt hugflog.
- Tú torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika.
- Tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum.
- Tú hevur hug og áræði at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.
Vit kunnu bjóða:
Sum starvsfólk verður tú partur av virkna og fjølbroytta degnum í Smílikulluni saman við børnunum, tú verður við til at menna teirra hugskot, geva teimum íblástur og vísa á møguleikar.
Tínir eginleikar og tín persónligheit hava minst líka stóran týdning, sum tín møguliga útbúgving.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, við møguleika til at ávirka innihaldi í Smílikulluni.
Løn og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Setanarstaðurin er í Vága kommunu og tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09:00 og kl. 17:00.
Umsókn saman við lívsgongdarlýsing, viðmælum og prógvum, skulu sendast til:
[email protected] (viðmerk ”umsókn” Smílikullan) ella til Vága Kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið 20. desember á middegi.
Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Meira fæst at vita við at venda sær til Dorthea H. Dam, leiðara, tlf. 794445 ella við at skriva til [email protected]
Um námsfrøðingar ikki søkja verður hjálparfólk sett í fyribils starv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald