
Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit skipa karmarnar so, at børn og vaksin trívast, hava tað stuttligt og mennast. Á stovninum ganga 93 børn í aldrinum 0-7 ár. Tað arbeiða 13 námsfrøðingar, 21 hjálparfólk, skrivstovufólk og køksfólk á stovninum. Vit arbeiða í felag um at menna stovnin. Vit raðfesta námsfrøðiliga dygd, tí er tíð til fyrireiking og eftirmeting ein partur av arbeiðnum. Somuleiðis hava vit pedagogfundir og hjálparfólkafundir, har vit arbeiða við ymiskum evnum, persónligari og fakligar menning.
Um starvið
Starvið er í barnagarðsstovu, saman við einum námsfrøðingi og tveimum hjálparfólkum. Vit hava tørv á stuðli, sum arbeiðir við einum stimbrandi umhvørvi til barnið at mennast í, og sum í góðari relatión til barnið og onnur er við til at tryggja trivna. Starvið er 40 t um vikuna, men kann eisini deilast ímillum 2 fólk.
Væntanir
Væntað verður, at tú hevur góð samstarvsevni, er nærverandi og saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri barnið. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningar møguleikar.
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt spennandi arbeiðspláss
- at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi
- eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti
- at verða luttakandi í einum stovni í menning
Sí heimasíðu okkara www.alvalon.fo
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] í seinasta lagi hósdagin 25. august 2022.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk setast. Starvssetanin er treytað av at barnaváttan fæst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald