Tað er ikki nøkur list at síggja, at vit hava bygt okkum ein almennan bygnað, har nógv er lagt omaná, heldur enn at verða lagað til veruliga gerandisnýtslu. Tríggjar stovnar til somu uppgávu? Tað sigur seg sjálvt, at slíkir ting mugu fáast í rætt lag.
Hetta handlar ikki um at skerja vælferð ella taka nakran stuðul frá fólki. Tvørturímóti. Tað handlar um at brúka orku og pengar har, tað veruliga tænir fólki – á gólvinum, ikki í skrankunum.
Vit vita væl, at tørvurin á røkt og umsorgan bara fer at vaksa. Onki bendir á, at vit fáa minni av sjúklingum ella færri eldri at ansa. Tí er tað heldur ikki eitt valfrítt hugskot at umskipað – tað er eitt krav, um vit skulu megna komandi árini.
Tí má umsitingin gerast greiðari, smidligari og minni innfløkt. Og um nakrar lógir hoyra til aðrar tíðir, so mugu tær endurskoðast. Ein skipan skal tæna fólki – ikki umvent.
Endamálið er einfalt:
Eitt samfelag, sum arbeiðir fyri borgaran,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald