Ítróttur

Endaðu á 3. plássi

Føroyska U15-landsliðið við gentum endaði á 3. plássi í Baltic Cup 2023, sum síðstu dagarnar hevur verið í Litava. Vit høvdu møguleikan at vinna kappingina, men tóku tíverri ikki av, sigur venjarin

Tríggjar fegnar U15-gentur eftir Baltic Cup 2023 - Mynd: Bára Joensen

Tríggjar fegnar U15-gentur eftir Baltic Cup 2023 - Mynd: Bára Joensen

2023-08-29 07:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: – Hetta var ein góð og menning kapping. Gamaní taptu vit stórt í síðsta dystinum, men tá royndu vit eisini ymiskt í okkara spælstíli, sum nokk ikki riggaði so væl. Men genturnar tordu at spæla fótbólt, og tær stríddust væl, sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum.

Við einum sigri, einum javnleiki og einum tapi, endaðu U15-genturnar á 3. plássi í ársins Baltic Cup 2023, sum júst hevur verið í Litava.

Lettland og Litava endaðu bæði við 5 stigum, Føroyar fingu 4 stig, meðan Estland fekk 1 stig.

Stóri spælarin hjá Føroyum var Sigrið Hansdóttir, ið skoraði fimm av teimum átta málunum, ið føroyska liðið fekk. Kára Sigurðsson skoraði tvey mál, og Sara Benjaminsen gjørdi eitt.

– Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna, og tann hugburðin mugu og eiga vit eisini altíð at hava. Líkamikið hvørjum vit møta. Men tá tað er sagt, so er tað ikki altíð tað viktigasta. So sum heild eri eg sera væl nøgdur. Vit høvdu møguleikan at vinna kappingina, men tóku tíverri ikki av, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Úrslit / Baltic Cup 2023
Føroyar – Litava 3-3
Lettland – Estland 1-1
Føroyar – Estland 5-2
Lettland – Litava 1-1
Føroyar – Lettland 0-5
Litava – Estland 3-1

Næst á skránni hjá U15-gentunum er UEFA menningarkapping, sum verður í Albania frá 25. september til 3. oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder