Tann 13. juli at nýggiverksmiðjutrolarin hjá P/F Havborg - Emerald - kom á Havnina fyri fyrstuferð.
Sìðani skipið kom til Føroyar fyri tveimum mánaðum síðani er ymiskt arbeiði gjørt umborð á skipinum.
Emerald hevur eina frystilast á 2.250 rúmmetrar. Tað svarar til umleið 1.000 tons av frystum fiski. Skipið er 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breitt. Pláss er fyri 40 monnum umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um – t.d. telur manningin 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap.
P/F Havborg er systurfelag hjá P/F Ennibergi, og ætlanin er at halda fram við fiskiskapi bæði við Ennibergi og nýggja trolaranum, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap.
Emerald setti tíðliga í nátt kós ímóti Tromsø í Norra, har teir koma at taka teknikkarar umborð, sum verða umborð í nakrar dagar áðrenn leiðin gongur í russiskan sjógv.
Emerald er tøkniliga útgjørd til at kunna toga við trimum trolum í senn. Verksmiðjan hevur framkomna útgerð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl. Stórur dentur er eisini lagdur á skynsama orkunýtslu fyri at minka sum mest um útlátið.
Skipsteknisk AS í Noreg hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, soleiðis at nýggi trolarin er serútgjørdur við serligum atliti at munadyggum og tryggum arbeiðsgongdum í øllum liðum umborð.
Emerald er enska heitið á gimsteininum, sum vit nevna smaragdur, og nú fer nýggi
verksmiðjutrolarin hjá P/F Havborg eisini at bera hetta navnið, sum í sínum týdningi m.a. verður sett í samband við endurføðing, eydnu og frið.
Emerald kostar umleið 400 milliónir krónur at byggja.
19 mans eru við hendan túrin, John Mikkjal Gotfred er skipari.
Teir eru í morgun staddir á 63N og 3,5V.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald