Vinna

Emerald á Havnina hósdagin

Hósdagin klokkan 16.00 kemur nýggi verksmiðjutrolarin hjá partafelagnum Havborg á Havnina. Hann leggur at á Eystaru bryggju, har móttøka verður.

2023-07-11 16:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talur verða hildnar og verksmiðjutrolarin verður doyptur. Aftaná sjálvt hátíðarhaldið verður høvið at koma umborð at síggja nýggja trolaran.

Trolarin er smíðaður á Tersen skipasmiðjuni í Turkalandi. Hann er 87,5 metrar langur, 18 metrar breiður, og 11 metrar djúpur.

Motorurin er ein 7.320 KW Wartsila.

Hendan fyrsta túrin fara teir í Barentshavið at fiska rækjur, og skipari verður annaðhvørt John Mikkjal Godtfred ella Jákup Joensen.

20 mans verða við fyrsta túrin.

Emerald tekur eini 900-1000 tons av rækjum.

Kelda:Tórshavn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder