Ítróttur

EM í París - inniróður

Tað gekk væl hjá føroysku rógvarunum í gjár.

2023-01-28 10:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár kappaðust teir sjey føroysku rógvararnir á landsliðnum kappast í 500 metrum í Europeiska Meistaraheitinum, sum er í París. Ikki kann sigast annað, enn at føroyingar eru millum tey allarbestu, tá tey kappast á einari rógvimaskinu.

Úrslitini frá fyrsta kappingardegi tala fyri seg. Ímillum hundratals íðkarar vóru okkara í toppinum, har tey luttóku.

Kvinnur 30-39 lættvekt:

nr. 1 Sarita Kristina Hansen endurvann meistaraheitið 4. árið á rað. Hon róði teinin uppá 01:38,6


Kvinnur 30-39:

nr. 5 Inga Weihe Sivertsen 1.37,1


Menn 30-39 lættvekt:

nr. 7 Hans Petur Brekkstein 1.30,1


Kvinnur U23:

nr. 1 Vár Guriardóttir Hansen 1.32,3

nr. 3 Sára Maria Johansen 1.35,7


Kvinnur U23 lættvekt:

nr. 2 Zoe Elisabeth Dickson 1.40,7


Menn U19:

nr. 1 Mattias Durhuus 1.19,4


Í dag, leygardagin, verður kappast í 2000 metrum.

kl. 9.30 Sarita og Inga

kl. 10.05 Hans Petur

kl. 10.25 Zoe, Vár og Sára Maria

kl. 11.40 Mattias


Til ber at fylgja róðrunum á YouTubu kanalini hjá World Rowing – 2023 European Rowing Indoor Championships

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder