Ítróttur

EM-hópurin úttikin

Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið føroyska hópin, sum seinni í mánaðinum fer til EM-undankapping í Kroatia

Øssur Hansen hevur úttikið hópin, sum í næstum skal til EM-undankapping í Kroatia - Mynd: Bjarni Enghamar

Øssur Hansen hevur úttikið hópin, sum í næstum skal til EM-undankapping í Kroatia - Mynd: Bjarni Enghamar

2023-11-03 09:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Mánadagin 13. november setir føroyska U19-landsliðið við dreingjum kós ímóti Kroatia, har EM-undankapping verður á skránni næstu dagarnar.

Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Christiani Høgna Jacobsen, hevur hann nú kunngjørt teir tjúgu spælararnar, ið eru boðsendir.

Umframt Føroyar og Kroatia, verða Ísrael og Armenia eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 15. til 21. november.

Hópurin
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Svend Danielsen, B68
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Sølvi Johannesen, KÍ
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Súni Herman Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
Olivur Thomsen, TB
Carl Mikkelsen, B36
Hanus Højgaard, B68
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Mattias Hellisdal, B36
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Teitur Knudsen, NSÍ
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Tobias Elmelund, B36
Jóhan Josephsen, KÍ

Skráin
15. nov. Ísrael – Føroyar
18. nov. Kroatia – Føroyar
21. nov. Føroyar – Armenia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder