EM-hópurin, sum skal avstað til Berlin í Týsklandi komandi týsdag, var í gjár á vitjan í Klaksvík.
Fleiri hundrað skúlanæmingar fingu autografar á Skúlatrøð, har dagurin hjá EM-hópinum byrjaði í gjár. Les meira her.
Mynd: Sverri Egholm / portal.fo
Eftir at hópurin hevði verið á Skúlatrøð gekk leiðin í Badmintonhøllina at venja. Sambært portalinum so var full ferð á í Badmintonhøllini, men Leivur Mortensen vandi ikki við, tí hann var í Danmark til próvtøku, og teir báðir Óli Mittún og Peter Krogh vandu aftur á súkkluni í gjár, men teir vera klárir til dystirnar í Týsklandi. Sì myndir her.
Mynd: Sverri Egholm / portal.fo
Eftir skúlavitjan, venjing og ein betri bita gekk leiðin til nakað av tí ytsta á vestaru síðu av Klaksvík. Her er vanliga sjómansundirvísing, og EM-hópurin fekk nakað av undirvísing og skuldi eisini royna ymiskt verkligt í stóru høllini.
Fyrst sluppu spælararnir í gjøgnum sonevndu neyðsliskuna. Síðani var farið í yvirlivilisidraktir - ið man helst skuldi megna upp á undir 90 sekund - áðrenn teir lupu í hylin. Les hvussu tað gekk á portal.fo her, og sí myndir.
Mynd: Sverri Egholm / portal.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald