Tað vilja tó altið vera ymsar avbjóðingar, sum skulu loysast – eisini í einum framkomnum vælferðarsamfelagi sum okkara. Føroyar líkjast í nógvar mátar okkara grannalondum, og har hoyra vit tíverri við jøvnum millumbilum í fjølmiðlunum um ágang av ymsum slag móti teim eldru.
Mær vitandi eru ongan kanningar gjørdar í Føroyum hesum viðvíkjandi, men kanningar í norðanlondum vísa, at uml. 3 – 5 % av teim eldru í Norðanlondum blíva útsett fyri ágangi av ymsum slag.
Ágangurin gongur fyri seg bæði í privatum heimum og á stovnum. Ágangurin er ymiskur. Fíggjarlig útnyttan av teim eldru vísur seg vera toppskorari í kanningini.
Seksuellur og sálarligur ágangur hendir eisini og ágangur í samband við mangul uppá umsorgan og hjálp.
Aloftast blívur ágangurin framdur av fólki í familjuni, ella øðrum persóni, sum tann eldri er bundin at í tí dagliga. Tí kann tað vera ringt hjá tí eldra at boða frá áganginum.
Fyri at lofta hesum hava vit tørv á eini eldraverju, sum skal hjálpa teimum, sum eru útsett fyri ágangi, ella eru í vandabólki.
Eldraverjan skal somuleiðis vera við til at tryggja, at tey eldru fáa alla tað hjálp og tey rættindi, sum tey hava krav uppá uttan óneyðugt stríð, og at tey og teirra avvarðandi hava onkran at venda sær til, um alt ikki gongur, sum tað skal.
Eldraverjan skal vera ókeypis fyri brúkaran , og tey sum boða frá ágangi kunnu vera anonym, um tey ynskja tað. Øll yvir 67 ár, sum eru útsett fyri ágangi eiga at kunna ringja til eldraverjuna fyri at fáa ráð, vegleiðing og hjálp. Eisini avvarðandi , ella onnur, sum hava illgruna um at ágangur verður framdur móti eldru, kunnu boða frá hesum.
Eftir Ólavsøku fari eg at spyrja landstýriskvinnuna í Almannamálum Siri Stenberg, um hon ætlar at arbeiða fram ímóti, at vit fáa eina eldraverju setta á stovn í Føroyum. Sjálv meti hetta málið hevur stóran týdning.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna, Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald