Mentan

Elin Johannesen skrivar um Barnaverndartænastuna

Í kjalavørinum av neiligu ákærunum, ið barnaverndartænastan seinastu dagarnar hevur fingið, vil eg, við samtykki frá foreldrunum hjá bróðirsynum mínum, fortelja um tað viðferð, ið BVT hevur, og framvegis gevur okkum.

2023-04-03 18:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í kjalavørinum av neiligu ákærunum, ið barnaverndartænastan seinastu dagarnar hevur fingið, vil eg, við samtykki frá foreldrunum hjá bróðirsynum mínum, fortelja um tað viðferð, ið BVT hevur, og framvegis gevur okkum.

Í stuttum eigur beiggi mín tveir dreingir, KB og B, ið eru ávikiavíst 7 og 3 ára gamlir. KB varð umsorganaryvirtikin tá hann var 4 mðr, og B varð beinanvegin eftir hann kom í hendan heim. Teir búgva á Argjum hjá einari familju. Síðani dag 1, hevur tað verið eitt stríð við BVT um alt fyri okkara viðkomandi. Okkara ynski sum familja, er fyrst og fremst at verða ein partur av lívinum hjá dreingjunum. At teir vita hvørji vit eru, og at vit kunnu síggja og verða saman við teimum, so teir hava møguleikan at kenna okkum og hava eina relatión við okkum. Vit hava stríðst fyri hesum møguleika allan vegin ígjøgnum. Vit hava havt samveru við dreingirnar, men tað hevur ikki verið nøktandi og hevur samveran verið í støðugari broyting – ikki til okkara fordeil – ígjøgnum øll hesi árini. At byrja við høvdu vit lítla og onga samveru við KB, men vit tóku tað ið vit kundu – síðani varð samveran meir og nú er avgerð tikin um at eingin uttan foreldrini kunnu hava samveru við dreingirnar. Einans til høgtíður sleppa vit at síggja teir.

Samskiftið við BVT hevur allatíð verið merkt av mótstøðu, tí eyðsýnt varð, at tey ikki vóru villig til at loyva ella møta okkara ynskjum, í mun til samveru. Vit hava lagt stóran dent á, at fyri at dreingirnir skulu hava nakran møguleika at kenna okkum, er neyðugt at vit sloppu at síggja teir so nógv sum gjørligt. Men samveran er bara minkað, gjørd besverlig, avlýst o.s.fr.

Samskiftið við málsviðgeran hevur allatíð verið sera vánaligt. Dømir um hetta er, at hon ikki svarar teldupostum, hon lovar men yvirheldur einki ið hon lovar, hon tekur ikki tlf, hon avlýsir fundir tá mann stendur í hurðini, og vit kundu hildið áfram. Tað hevur enntá verið so galið at undirritaða ringdi ein dagin, aftaná at hava roynt fleiri ferð at fingið fatur á henni, har ur hoyri hana siga “sig at eg eri upptikin”. Síðan ringjur mamman at børnunum og tá svarar hon og sigur “ hava tær biðið teg ringt” “Tær” eru eg og systur mín. Eisini eru vit innkallaði til fund, har vit fáa okkum frí frá arbeiði og møta so upp til at fundurin er avlystur, uttan at boða okkum frá.

Eg og systur mín stríddust fyrst við tí eldra dronginum, um at fáa hann til eina av okkum at búgva og síðan tann seinna, men blivu ikki góðkendar.

Grundgevingarnar hjá BVT vóru, eftir okkara tykki, sera grunnar. Hjá mær var tað tí maður mín ikki tosaði føroyskt. Hjá systir míni var tað tí hon var einlig, sjálvt um hon hevði egnan bústað og gott arbeiðið. Og í dag frætta vit at fosturforeldrini eru farin hvør til sítt og fosturmamman er góðkend av barnaverndini til at hava báðar drongirnar sjálv. Hvørki biologisku foreldrini ella vit hava fingið nakað upplýst frá barnaverndini. Er tað í lagið?

Beiggi mín hevur stíðst við hond og fót at sleppa av við málsviðgeran hjá BVT, sum í okkara føri er óbrúkilig, men hann sleppur ikki av við hana. BVT tvíheldur um, at tað skal verða viðkomandi, hóast samskiftið við hana er so vánaligt.
Avgerðir sum BVT tekur, eru eftir okkara tykkið, ikki gjørdar útfrá barnsins besta, hóast tað er tað tey eiga at arbeiða útfrá. KB hevur systknabørn sum hann er góður við og hevur spælt sera væl við. Men nú er tað komið har til at tey hava tikið alla samveru frá okkum, og hava vit tí ikki møguleika at hava samband við teir longur, og hava tey tikið helvtina av samveruni frá foreldrunum eisini. Tað eitur allatíð okkurt nýtt. Antin eru teir sjúkir (yngri hevði tarmsjúku, men hevur tað gott nú), so toldu teir ikki samveruna tí teir vórðu illa fyri aftaná (vit hava upplivað at fosturmamman heldur vil at KB skal sita við einum Ipad tá vit eru har tí hann er móður, heldur enn at verða saman við okkum), o.s.fr. Og nú er øll samvera minkað, útfrá vurderingini hjá einum sálarfrøðingi hjá BVT, ið vardi í 1-2 tímar – 1-2 TÍMAR! Harav eingin tosaði við foreldrini eingongd. Vit standa spyrjandi eftir, hví hetta er so.

Børnini hjá mær spyrja nær tey sleppa at spæla við síni systknabørn og um vit ikki skulu fara at vitja teir skjótt, men eg veit ikki hvussu eg skal forklára teimum, hví vit ikki sleppa tað. Hinvegin kann familjan hjá fosturforeldrunum vitja so galið tey vilja – men ikki vit, biologiska familjan. Vit hava valt at koma út við øllum, tí vit hava einki at missa. Nú sýggja vit teir ikki eingongd, og hvussu og hvat vit so gera, so er BVT hvørki til at høgga og stinga í. So nei, BVT er ikki altíð nøkur hjálp, hon arbeiðir ikki fyri at styrkja relatiónir millum barn og biologisku familjuna – nei í okkara føri føla vit tað totalt mótsatt, hvar BVT av øllum alvi roynir at útihýsa biologisku familjuna hjá KB og B. Og tað er syrgiligt og tragiskt fyri allar partar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder