Ítróttur

Elias og Hákun koma til Føroyar í dag

Mikukvøldið skulu Føroyar spæla fyrra HM play-off dystin ímóti Norðurmakedonia

2024-05-06 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska landsliðið samlaðist í gjárskvøldið, og høvdu eina venjing í Hoyvíkshøllini.

Tað var tó uttan Hákun West av Teimum og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum báðir høvdu dystir á skánni í Bundesliguni í gjár.

Hópurin hevur tvær venjingar á skánni í dag. Fyrst er ein á skánni nú fyrrapartin millum klokkan 10 og 12. 

Venjing er aftur á skránni millum klokkan 16 og 18 seinnapartin.

HM play-off dystirnir móti Norðurmakedonia verða leiktir mikudagin 8. mai kl. 19.00 í Høllini á Hálsi og sunnudagin 12. mai kl. 18.00 í Boris Trajkowski høllini í Skopje.

Hópurin ið er úttikin er hesin:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder