At høll og rossahús eru komin upp at standa, er mest hesum monnunum á myndini fyri at takka – Uttan hesar eldsálirnar og øðrum sjálvbodnum, so var enn eingin ríðihøll í Vágum – Tí fór Ríðisambandið á vitjan seint í gjárkvøldið, at geva teimum eina lítla heilsan, sum virðismeting fyri stóra arbeiði teir hava gjørt fyri ríðingina í Vágum. Hóast kl var 10 fríggjakvøld, vóru teir alllir í høllini og arbeiddu.
Teir hava við kassameistarinum Regini Poulsen eisini gjørt eitt risa arbeiði við at skaffa stuðlar og aðra hjálp til høllina, hetta arbeiði er so gott gjørt at nú høllin stendur liðug er eingin skuld í høllini og hon er ogn hjá Vága Ríðingarfelag.
Høllin ið er í Miðvági, letur alment upp kl 12 í dag, tá kendi reiðmaðurin, Svenning Reinert, fer at ríða inn í høllina. Aftaná verður alment tiltak har fólk fáa høvið at síggja høllina og ymisk djór verða at síggja, umframt hoppiborgir o.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald