Tórshavn. fo skrivar:
Heðin Mortensen helt tað var hugaligt at koma til Kollafirðar, nú farið er um várjavndøgur og lýðkan spakuliga kennist aftur í luftini.
- Tað er soleiðis, at okkara eldrapolitikkur hevur til endamáls at tryggja eldri borgarum eitt gott lív. Til dømis, tá borgarar í kommununi hava tørv á hjálp frá Heilsu- og umsorganartænastuni.
- Hesin politikkurin er eitt amboð í okkara dagliga virksemi. Vit býta hann upp í heilsurøkt og umsorgan, heilsustimbran og fyribyrging, bústaðarviðurskifti og samstarv við eldri borgarar.
- Á eldrasambýlinum her í Kollafirði kunnu vit siga, at Eldrasambýlið og Heimatænastan eru ein sameind eind.
- Tað merkir, at starvsfólkini, sum arbeiða inni á sambýlinum, eisini veita tænastur til heimabúgvandi fólk úti í økinum, sum fatar um bæði fólk í Kollafirði og í Kaldbak.
- Endamálið er at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
---
- Og nú eru longu 25 ár síðan, at Eldrasambýlið í Kollafirði læt upp. Hetta var í februar 1997. Øll hesi 25 árini hevur stovnurin veitt røkt og umsorgan, umframt tænastur, sum hoyra til eitt vanligt húsarhald.
- Heimabúgvandi borgarar kunnu eisini gott koma á eldrasambýlið at brúka tænasturnar á stovninum, um umstøðurnar heima ikki eru nøktandi.
- Her hevur altíð dentur verður lagdur á hugna, tryggleika og lívssøguna hjá hvørjum einstøkum búfólki. Í gerandisdegnum verður veitt góð røkt og umsorgan, men stuðlað verður eisini undir eginumsorgan og einum virknum gerandisdegi.
- Hugaligt er eisini at hoyra, at tit regluliga fáa vitjan av barnagarðinum í Kollafirði. At kvinnuringurin í Kollafirði plagar at vitja. Og at á jólum skipa tit fyri jólahaldi fyri búfólkum, starvsfólkum og avvarðandi.
- Tit hava gudstænatur og møtir og eru opin fyri øllum uppskotum um gott undirhald. Og so hava tit einastandandi gott samstarv við avvarðandi, sum regluliga luttaka í hugnaløtum á heiminum.
---
- Nú fyllir stovnurin 25 ár. Og tá mann rundar ein tílíkan tíðarvarða, so eigur mann kanska at hugsa um at seta út í kortið fyri næstu 25 árini.
- Tað er soleiðis, at kommunan hevur sett pening av til at keypa eitt grundøki til nýggjan eldradepil í Kollafirði. Vit fingu ávíst tvey grundøki, harav annað er játtað til endamálið.
- Peningur verður nú avsettur á hvørum ári og næsta stigið er at gera eina byggiskrá og at prosjektera húsið.
- Vit mugu ásanna, at hetta hugnaliga sambýlið ikki er tíðarhóskandi longur og at tað eisini er ov lítið.
- Á eldradeplinum fáa vit pláss fyri á leið fýra ferðir so nógvum fólkum. Tá er talan um røktarbúpláss, stutttíðarpláss og røktaríbúðir umframt dagtilhald og venjingarumstøður.
- Og alt hetta merkir, at vit fara í gongd sum skjótast.
---
- Eg fari at takka fyri, at eg varð boðin við til hesa hugnaløtu í dag. Eg fari at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum - og nú várið kennist í luftini fari eg at ynskja tykkum øllum eitt gott summar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald