Vit fingu eitt nú upplýst, at nú verður farið undir tær seinastu umvælingarnar og nútímansgerðirnar av heiminum á Sýnini.
Stjórin upplýsti annars, at umsóknir um búpláss á Sýnini verða eftir umsókn og visitatión viðgjørdar av eini upptøkunevnd mannað við visitatiónini, stýrinum, lækna, røktar- og fakfólki. Búpláss verða játtað eftir mettum tørvi hjá tí einstaka, soleiðis sum tað er ásett í lógini, at borgarar við størsta tørvi á persónligari hjálp, røkt ella stuðli skulu fáa í boði eitt samskipað heildartilboð.
Vesturvón veitir borgarum eina røð av tænastum eitt nú heimarøkt, umlætting, dagtilhald, matartænastu og fimleik. Tað stendur sum er ikki á at fáa starvsfólk til Vesturvón. Landslæknin hevur eisini verið á eftirlitsvitjan, og í ti sambandi verða nakrar mannagongdir í røktar- og heilsutænastuni endurskoðaðar.
Nakað av óvissu er hinvegin um eldraíbúðir, tí tørvurin er ikki kannaður, og spurningurin um møguleikarnar fyri fígging skal eisini avklárast.
Á fundinum varð eisini upplýst, at enn er eingin demenssamskipari settur í Vágum, men ætlanin er at søkja einaferð enn eftir demenssamskipara. Hetta er tiltrongt, tí tað verða alt fleiri demenssjúk.
Hjá demenssamskiparanum hjá landinum eru bara nakrir fáir tímar settir av um mánaðin til økið Vágar.
Reingerðartænasta
Eitt mál á fundinum var spurningurin at fáa skipað eina reingerðartænastu til óhjálpin eldri í kommununum. Skipanin, um hon verður sett í verk, fer at byggja á eina tørvsmeting í hvørjum einstøkum føri, og so verður latin stuðul, ein føst upphædd fyri teir tímar til reingerð, sum játtaðir eru. Restina má brúkarin sjálvur gjalda.
Eldraráðið fer at senda kommununum eina lýsing av eini reingerðarskipan, hvussu nógv kunnu væntast at brúka hana, hvat hon fer at kosta, hvussu nógvir reingerðartímar kunnu játtast, hvør kann gera reint, og hvussu skipanin verður umsitin. Kommunurnar taka síðan støðu til málið.
Vitjanartænasta
Á fundinum varð eisini tosað um vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi. Tað tykist sum at her vesturi er lítil áhugi millum tey eldru at fáa slíka vitjan, og ætlanin er tí at gera meira vart við hesa tænastu. Kanska skal ein hugburðsbroyting til, áðrenn fólk taka eina tænastu sum hesa til sín.
Eldraráðið fólkavalt
Tað hevur onkuntíð verið umrøtt, at Eldraráðið í Vágum átti at verið fólkavalt, tá ið kommunuval er. Hetta krevur, at fólk eru hugað at stilla upp. Kommunurnar fara at melda út, um tær halda, at ráðið eigur at vera fólkavalt. Sum er er tað nevndin fyri Vága Pensjónistafelag, sum er Eldraráð. Ein grund til heldur at velja Eldraráð kann vera, at so fær tað ein meira greiðan myndugleika.
Í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. §6, stk. 2 stendur, at kommunurnar kunnu seta á stovn eldraráð í økinum, sum verður tikið við upp á ráð, tá avgerðir og umskipanir innan økið skulu fremjast.
Eldraráðið í Vágum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald